Biker-Jens í Suðuroynni

Umleið klokkan 15 seinnapartin fríggjadagin rullaðu 3 Harley Davidson súkklur í land av Smyrli á Drelnesi. Biker-Jens og Harleyumboðsmaðurin Ove Ritter taldust millum førararnar. Á bryggjuni tóku bikarar í Suðuroynni ímóti stóru sjónvarpsstjørnuni á Harley súkkluni

Væl og leingi varð lýst við, at Biker-Jens byrjaði síni show í Føroyum í Suðuroynni. Tá Jens kom í land á Drelnesi, tóku eini 10-15 menn og kvinnur á motorsúkklum ímóti honum.
                      Jens hevði ikki havt sjóverk á túrinum um Suðuroyarfjørð, hóast veðrið ikki júst var nakað at reypa av.
                      Lagt var beinanvegin til brots við einum túri suður eftir oyggj ? til Vágs á Vágseiðið at njóta vøkru náttúruna har, og so norðeftir aftur í Klubban á Tvøroyri, áðrenn showtime í Trongisvágshøllini klokkan 19.
                      Seinni í kvøld var Bikerjens at hitta í Klubbanum á Tvøroyri.
                       Jens veit eitt sindur um Føroyar. Í fólkaskúlanum skrivaði Jens og floksfelagar uppgávu um Føroyar og hevði hann tá brævasamband við gentu av Tvøroyri, men hvørt tey hittast á ferðini í Suðuroynni er einki frætt frá.
                      Men Jens hitti beinanvegin felagar í føroyska motorsúkkluheiminum og sera fyrikomandi er hann og dugir væl at tosa við tey, ið koma á mál við hann.                      Leygarmorgun gekk leiðin aftur norður um fjørð ? the show must go on!