Síðan 27. januar 2000 hevur Magnus Gunnarsson (Maggi) skrivað um bilar hvørja viku í Sosialinum.
Skrivingin um bilar í blaðnum byrjaði við at Eirikur Lindeskov, sum nú er blaðstjóri á Sosialinum, í 1995 við jøvnum millumbili skrivaði um bilar í teiginum “út at koyra”.
Eftir at Maggi, í 1999 skrivaði nakrar søguligar greinar í Sosialinum, um føroyskar bilasølur og søguna hjá bilmerkjunum sum tær seldu, varð avgjørt at hann skuldi yvirtaka teigin “út at koyra” og halda fram við at skriva um bilar hvørja viku umframt at vera við til at geva út serbløð umbilar.
Hetta var sum sagt 27. januar 2000, og árið eftir skiftu bilasíðurnar navn frá “út at koyra” til “Bilar”. Maggi sigur, at hann alt sum hann veit um, hevur hann havt stóran áhuga fyri bilum, so hetta við at skriva um bilar fall honum lætt.
Tøkniliga menningin innan bilar hevur verið ómetaliga stór, og tað hevur ongantíð verið so spennandi sum nú at fylgja við hvat hendir á marknaðinum. Bilverksmiðjurnar standa yvirfyri sera stórum avbjóðingum, bæði hvat viðvíkur kappingini millum teir ymisku bilaframleiðararnar og so tey krøvini sum altjóða samfelagið setur til umhvørvisvernd o.s.fr.
Á føroyask bilmarknaðinim er eisini nógv hent, ikki bara seinastu 10 árini, sigur Maggi. Bilsølur sum fyrr vóru frammaliga í bilprátinum eru ikki til longur. Hann nevnir t.d. Bilfríðkan, Bilsølan Norrøna, bilsølan hjá Eyðbjørn Hansen DB-Bilar og VR-Bilar. Allar hesar eru burtur í dag. Ikki tí at bilmerkini ikki eru á føroyska marknaðinum longur, men tí at nýggir eigarar hava keypt bilsølurnar ella samanleggingar eru farnar fram.
Maggi leggur afturat,at fyri bileigarar eru eisini aðrar broytingar farnar fram t.d. hava bensin-oljusølurnar eisini skifta navn. Statoil til Effo og Føroya Shell til Magn.
Umframt “Bilar” í blaðnum hevur Maggi tey seinast tvey árini eisini havt sendingina “Bilradio” á Rás2, sum sjálvandi eisini er um bilar og ferðslu.