Bilar til sýn í Svínoy

Bileftirlit Føroya var á Svínoynni og sýnaði bilarnar herfyri. Svínoyingar vita ikki at siga, um tað er hent áður

Svínoy:
Lagt varð upp til rættiligt bilprát í garasjuni, har sýningin fór fram, tí tað var sera ójavnt, hvørjum standi teir seks bilarnir, sum skuldi sýnast, vóru í. Tveir mans frá Bileftirlitinum vóru komnir til oynna at sýna bilarnar. Og tað gekk bæði skjótt og væl at fáa arbeiðið frá hondini.
Svínoyingarnir vóru bæði blíðir og týðir. Lagið var avbera gott á øllum, hóast onkur bilur fekk nógvar krossar. Og ein bilur var í so vánaligum standi, at hann fekk koyriforboð. Men um nakar hevði sett hagtøl yvir bilarnar í Svínoy upp, so høvdu hesi helst víst, at tað er svart ella hvítt í Svínoy, tá tað kemur til bilar. Onkrir vóru í sera góðum standi, meðan restin so avgjørt hevði sæð betri dagar.
Prátið gongur altíð lívliga fyri seg, tá menn savnast um bilar. Og hesin dagurin í Svínoy var onki undantak. Menn prátaðu um slitnar bremsur, motorar, rust og mangt, mangt annað. Eisini fall prátið inn á hetta, at Bileftirlitið nú var komið til oynna at sýna bilarnar.
- Tað er avbera gott, at teir eru komnir her nú, tí so kunna vit fáa staðfest, um bilarnir eru í nóg góðum standi, helt ein maður fyri.
So hvørt sum bilarnir vórðu koyrdir inn, høvdu menn allatíðina onkra viðmerking og nógv bleiv argað og flent.
- Tað er bara at skriva krossar allastaðni, segði ein, meðan hinir stóðu og smáflentu. Tað bleiv sum sagt nógv prátað henda dagin, og summir vistu eisini onkrar skemtisøgur.
- Eg havi einaferð fingið fráboðan til sýn, sigur ein maður.
- Á Kalsoynni, leggur hann afturat. Og so flennir hann í kíki og heldur fram, at hann nakrar dagar aftan á varð uppringdur av Bileftirlitinum, har tey gjørdu vart við, at hann ikki var møttur til sýn við bilinum tann og tann dagin á Kalsoynni.
- Eg segði við viðkomandi, at eg var staddur í Svínoy, og at tað stutt sagt ikki kundi lata seggera, men spurningurin eg fekk aftur, var um tað ikki var á somu oyggj, sigur hesin svínoyingurin og stórflennir.
Hendan misskiljingin varð so rættað tá, og síðani hevur hann ikki fingið boð um at koma til sýn við bilinum. Hann segði, at hetta var tann triðji bilurin,sum hann átti, og hetta var fyrstu ferð, at Bileftirlitið var komið til oynna at sýna bilarnar.
Ein møguleiki er, at svínoyingarnir fáa boð um at koma til sýn við bilunum í Klaksvík, men tað er sera kostnaðarmikið at fáa bilarnar av oynni, tí Másin tekur ikki bilar. Einasti møguleiki er at leiga sandbátin, og hann kostar 15.000 krónur hvønn vegin.
- Tí er tað so gott, at teir koma til okkum at sýna bilarnar, tí annars hevði tað ikki latið seg kunnað gjørt.
Millum bilarnar, sum vórðu sýndir henda dagin var eisini brandbilurin á oynni. Tað er ein gamal bilur. Hann er frá 1968 og hann hevur koyrt 5.000 km. Eitt tekin um aldurin á bilinum er nummarspjaldrið. Á tí stóð Fø 2.770. Tað munnu ikki vera nógvir bilar, sum hava tílík nummarspjøldur longur. Brandbilurin í Svínoy var í góðum standi og sostatt kláraði hann sýnið hendan dagin.