Tey eru á varðhaldi. Tey samskipa. Tey upplýsa. Og tey aktivera.
Tað er ongin ivi um, at Felagið Tórshavn er ein týdningarmikil brikkur í tí stóra og fløkta puslispæli, sum gera allan okkara høvuðsstað so livandi og fjølbroyttan, sum hann er.
Felagið Tórshavn varð stovnað fyri 15 árum síðani.
Men fyri trimum árum síðani fór Miðbýarfelagið í søguna og teir handlarnir, sum vóru í Miðbýarfelagnum, komu tá eisini upp á Felagið Tórshavn.
? Felagið Tórshavn er sostatt ikki bara fyri miðbýin, men fyri alla Havnina. Og sostatt eisini fyri miðbýin, sigur Thordur Thorsteinsson, sum er formaður í felagnum Tórshavn.
Hinir nevndarlimirnir eru Guðrun Gausstein, næstformaður, Jutta Midjord, kassameistari, og nevndarlimirnir eru Kristianna Høgnesen, Bárður Jákupsson, Josvein Lamhauge og Johan Mortensen.
Upprunaliga ætlanin við felagnum Tórshavn var, at tað skuldi vera eitt kunningarfelag um høvuðsstaðin.
Og tí var eisini stórur dentur lagdur á at fáa Kunningarstovuna á føtur.
Síðani tá hevur felagið havt Kunningarstovuna í miðbýnum í Havn.
Men felagið hevur eisini ein gongubólk, ið javnan skipar fyri gonguferðum, ikki bara í Havn, men kring alt landið.
Samstundis samskipar felagið ymiskt tiltøk, sum verða fyriskipað í havnini
Nú er spurningurin bara, hvussu verður við Kunningarstovuni.
Føroya Banki eigur húsið, sum Kunningarstovan er í nú, og hann hevur sagt leigumálið upp.
Ætlanin er at taka húsið niður fyri at gera bankan sjónligari.
Kunningarstovan er sostatt heimleys í løtuni, tí eftir røttum skuldi hon verið farin úr húsinum nú.
? Vit hava roynt at finna onnur høli, men higartil hevur tað verið til fánýtis.
Heldur ikki býráðið hevur enn kunnað víst á eina loysn enn.
So fyribils er lagnan hjá Kunningarstovuni heilt óviss.
Thordur Thorsteinsson heldur tvørturímóti, at tað verður ein missur fyri Havnina, um húsið verður tikið niður.
?Bankin skuldi heldur fingið boð frá Býráðnum um at sett húsið í upprunaligan stand so tað kundi verðið varðveitt.
Varðveita miðbýin sum hann er
Felagið Tórshavn røkir áhugamálini hjá limunum á so nógvum økjum.
So tá ið nakar gera seg inn á Havnina, verður talað at.
Og júst eina slíka atgerð heldur felagið, at ætlanin at taka gamla Tinghúsið niður og at byggja eitt nýtt, framkomið og nýmótans tinghús uppaftur í glasi og gróti og træi, er.
? Vit vilja helst varðveita miðbýin í Havn sum hann er, tí vit halda, at hann er longu ivaleysa illa hagreiddur, sigur Thordur Thorsteinsson.
Hann sigur, at tað eru so nógv, ljót hús í miðbýnum -býráðið eigur eisini okkurt-at skulu fleiri gomul hús takast burtur, skal tað gerast við størsta varsemi.
? Verður gamla tinghúsið tikið niður, verður bara eitt hús í gomlum sniði eftir í sjálvum miðbýnum og tað er Gamli Bókhandil.
Og tað halda vit, fer at gera Havnina fátækari.
? Manglar Løgtingið framvegis pláss, tá ið telefonverkið er tikið uppí, kunnu samráðingar verða tiknar upp við Sparikassan um at keypa nýggja bygningin við Tinghúsvegin.
Bilarnir bjargaðu miðbýnum
Annars fegnast Thordur Thorsteinsson um gongdina í miðbýnum.
Fyri nøkrum heilt fáum árum síðani, var miðbýurin steindeyður.
? Men nú yðjur av lívi, virksemi og trivnaði.
? Nú skulu vit ikki klaga um nakað, sigur hann.
?Men tað skerst ikki burtur, at tað eru bilarnir, sum hava bjargað miðbýnum.
? Eitt skiftið var gongugøtan stongd fyri bilum, og tað mundi verðið endin á miðbýnum.
? Men so varð hon latin upp fyri bilum aftur og tað sást beinanvegin, at meiri lív kom í.
? Tað vísir seg, at fólk vilja hava bilarnar við. At lata gongugøtuna upp fyri bilum, er sostatt tað hepnasta, einstaka tiltakið, sum býráðið hevur tikið fyri at varðveita ein livandi miðbý.
Annars heldur formaðurin í felagnum Tórshavn ikki, at miðbýurin eigur nakran góðan í býráðnm.
Hann sipar m.a. til, at felagið Tórshavn hevur ongan stuðul fingið í býráðnum í málinum um Tinghúsið.
Og heldur ikki hevur býráðið higartil kunnað hjálpt felagnum við einum høli til kunningarstovuna.