Bilasølan er minkað eitt vet

Níggju bilar færri vórðu seldir í ársins fyrsta mánaði í mun til sama mánað í fjør

 

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp søluna av nýggjum bilum fyrsta mánaðin í ár.

Afturgongdin er 5 prosent, so frávikini eru ikki so stór, hóast frávikið er ein lítil afturgongd.

Í januar vórðu skrásett tilsamans 164 nýggj akfør í mun til 173 í januar í fjør. Tað er sum nevnt ein afturgongd upp á níggju akfør.

Persónbilarnir eru sum altíð teir, ið fylla mest í hagtølunum, og tað gjørdu teir eisini hendan mánaðin. Teir vóru 121 í tali í mun til 128 fyrsta mánaðin í fjør, ein munur upp á 7 bilar ella 5,5 prosent.

Hagtølini kunnu lesast í talvuni niðanfyri:

##med2##