Samanstoyturin í Kattegat kundi fingið syndarligar avleiðingar.
62 lastbilar vóru umborð á "Stena Nautica", tá polska farmaskipið "Joanna" brádliga rendi inn í síðuna á ferjuni, og teir flestu av teimum 62 bilførarunum lógu í bilunum á tí niðasta bildekkinum og svóvu, tá skipini stoyttu saman.
Tað er skiparin, sum skal syrgja fyri, at fólk ikki sleppa niður á bildekkið, meðan ferjur sigla ímillum havnir, men hesaferð sveik hesin parturin av trygdini. Kunningarstjórin hjá Stena Line, Joaki8m Kenndal, sigur við danska útvarpið, at tað var skeivt av lastbilaførarunum at leggja seg at sova niðri á bildekkinum, men at eftirlitið heldur ikki virkaði, sum tað átti.
Sambært danska bilførarafelagnum er tað vanligt, at lastbilaførararnir sova í lastbilunum, tá teir sigla við ferjum. Formaðurin, Per Petersen, sigur, at sambært bilførarunum er bilhúsið tað einasta staðið, har teir fáa frið at sova, meðan teir eru umborð á ferjunum, tí á nógvum ferjum noyðast teir at sova saman við fimm ella sjey øðrum, tí ongar smærri kahúttir eru.
Danski bilføraraformaðurin sigur kortini, at felagið fer at ráða sínum limum frá at sova á bildekkinum.