Bilførarir framvegis líkasælir

Støðleiðarin á løgreglustøðini í Havn harmast um, at hagtølini fyri grein 13 kanningarnar framvegis vísa á líkasælu í ferðsluni

John Johannessen


Hósdagin gjørdi løgreglan grein 13 kanningar í Kollafirði og í Havn. 75 bilar vórðu kannaðir, og av hesum vóru tað 13 bilførarar, ið kunnu vænta sær at fáa eina bót sendandi við postinum fyrsta dagin.

Suni Vinther, støðleiðari á løgreglustøðini í Havn, sigur seg vera ógvuliga harman um hesi keðiligu hagtøl.

? Eg haldi meg kunna siga, at bilførarar sýnast at vera líkasælir, tá hagtølini fyri grein 13 kanningarnar ikki batna.

Løgreglan fór her fyri undir grein 13 átak kring alt landið, fyri at vissa seg um, at bilførarar kanna lyktir og annað, so akfør teirra eru trygg í ferðsluni. Men tað vísti seg skjótt, at alt ov fáir førarar geva sær far um at hava lyktir og annað á bilinum í lagi somuleiðis, sum alt ov fáir bilførarar nýta trygdarbelti.

Løgreglan fer framhaldandi við jøvnum millumbilum at gera grein 13 kanningar kring landið, og eisini fer løgreglan undir serligt átak, nú jólaborðhaldini av álvara fara at nærkast.