Bilfríðkan við nýggjum brúktbiladepli á Hjalla

Leygardagin 15. mai letur Bilfríðkan upp stóra brúktbilasølu á Hjalla við góðum brúktum bilum saman við SLP-Car Rent, sum leigar bilar út. Hetta er nakað, eg havi hugsað um í nøkur ár, tí eingin tílík brúktbilasøla er í Føroyum, sigur stjórin, Ludvík Petersen

Eftir at Ludvík Petersen, sum eigur og rekur bilfyritøkuna Bilfríðkan, hevur latið øðrum síni BMW og Fiat umboð, og leigar bygningin í Smiðjugerði til Nordcar, hevur hann keypt eitt øki á Hjalla við tveimum bygningum til brúktbilasølu og bilútleigan.

Grundøkið er 4.200 fermetrar, og í høvuðsbygninginum hevur fyritøkan 1.100 fermetrar at ráða yvir, og inni á økinum er ein annar bygningur upp á 120 fermetrar.
Møguleiki er fyri at leiga ein part av høvuðsbygninginum út.

Ludvík Petersen sigur, at talan er um tvær fyritøkur, Bilfríðkan, sum er ein brúktbilasøla, og SLP-Car Rent, sum leigar bilar út.

Bilfríðkan verður ein bruktbiladepil við stórum úrvali av góðum brúktum bilum og vit leggja okkum eftir at hava nýsýnaðar bilar, sum eru í góðum standi. Vit kunnu bjóða eina sera lagaliga bilfígging av okkara egnu bilum. Í ein vissan mun verður eisini møguligt at selja bilar fyri privatfólk, sigur Ludvík.

Bilarnir, sum SLP-Car Rent leigar út, eru góðir nýggir bilar og inni á heimasíðuni: www.car-rent.fo, eru myndir, prísir og aðrir upplýsingar um hesar bilar.

Opið hús og listaframsýning

Leygardagin verður opið hús við kaffi og køkum og fleiri góðum brúktbilatilboðum, og listamaðurin Kári Svensson hevur eina listaframsýning í framsýningarhølunum.

Leygardagin 15. mai verður opið frá 10-16 og sunnudagin 16. mai verður opið frá 14-18. Listaframsýningin verður eisini at síggja mánadagin.

Ludvík Petersen sigur, at hann leingi hevur hugsað um at stovna eina slíka fyritøku, og fyri hann er hetta ein spennandi avbjóðing. Navnið Bilfríðkan stendur jú fyri fríðkan av bilum, og tað verður tað, sum vit nú koma at arbeiða við. Brúktu bilarnir verða settir í stand og fríðkaðir, áðrenn teir verða settir inn í framsýningarhølini.
Telefonnummarið hjá Bilfríðkan er nú: 357300


Myndatekstur:
Hetta er nakað, eg havi hugsað um leingi, sigur Ludvík Petersen, sum her stendur framman fyri brúktbiladeplin, Bilfríðkan, á Hjalla. Komandi vikuskifti hevur listamaðurin Kári Svensson framsýning hjá Bilfríðkan, sum liggur yvir av Litaval á Hjalla

Mynd: Álvur Haraldsen