Bill bjartskygdur

Meðan Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er í iva um, hvussu útspælið frá Sjálvstýrisflokkinum skal tulkast, er Bill Justinussen úr Miðflokkinum meira bjartskygdur um møguleikan fyri samstarvi við Sjálvstýrisflokkin

Í gjárkvøldi sendi landsnevndin hjá Sjálvstýrisflokkinum út tíðindaskriv, har landsnevndin gevur tingmanningini fullan stuðul í royndini at tryggja flokkinum ávirkan við breiðum samstarvi á tingi, samstundis sum hon mælti frá at Sjálvstýrisflokkurin fer uppí samgonguna, og at Sjálvstýrisflokkurin gerst stuðulsflokkur hjá samgonguni. Harafturat segði hon, at Sjálvstýrisflokkurin leggur dent á at arbeiðsfriður aftur fæst á Føroya Løgtingi, og hon mælir tingbólkinum til at taka upp samráðingar um at loysa átrokandi mál.

Ymiskt er, hvussu partarnir í samgonguni tulka hetta útspælið, og meðan samgonguleiðarin, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er meira skeptiskur, er Bill Justinussen úr Miðflokkinum meira bjartskygdur, og sær møguleikar fyri samstarvi í hesum útspælinum.


Møguleiki fyri konstruktivum samstarvi

Talan verður neyvan um nýggjar samgongusamráðingar, og eitt møguligt samstarv við Sjálvstýrisflokkin kemur at taka støði í samgonguskjalinum og teimum málum, sum standa í har. Men ætlanin verður so at hava eitt tætt samstarv við Sjálvstýrisflokkin, so at han nverðu við til at lyfta tey mál, sum hann er samdur við samgonguna í, og at flokkurin harvið eisini fær ávirkan á øll tey málini, ið verða løgd fram.

- Politikkur er um at loysa trupul mál og at semja seg fram til loysnir. Landið hevur brúk fyri tryggum politiskum viðurskiftum, serliga við atliti til tær avbjóðingar, ið eru fyri framman. Eg síggi tí ein møguleika fyri einum konstruktivum samstarvi við Sjálvstýriflokkin, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður, um útspælið frá Sjálvstýrisflokkinum.


Ov tíðliga at tosa um annað samstarv

Um samráðingarnar við Sjálvstýrisflokkin ikki bera á mál, er støðan ein heilt onnur. Men enn er ov tíðliga at tosa um nakað samstarv við hinar báðar stóru andstøðuflokkarnar, sigur Bill Justinussen.

- Um hetta ikki ber á mál, so mugu vit handla út frá teirri støðuni, sum er tá. Tá verður talan um eina nýggja støðu, sum fyrst má viðgerast innanfloka, og síðan eisini í samgonguni.

Enn er tað bara Fólkaflokkurin, sum greitt hevur meldað út, at teir vilja hava løgmann at leggja frá sær, og sambært Bill Justinussen, hevur Sambandsflokkurin víst konstruktivan vilja til at loysa trupul mál. Tí er tað møguligt, at Sambandsflokkurin er jaligur fyri einum møguligum samstarvi.

- Men enn er ov tíðliga at siga nakað um samstarv við teir báðar stóru andstøðuflokkarnar. Fyrst mugu vit fáa at síggja, hvussu langt samráðingarnar við Sjálvstýrisflokkin bera. Tað er ein øgiliga sterkur vilji í samgonguni fyri at náa teimum málum, vit hava sett okkum fyri. Henda samgonga hevur brotið upp av nýggjum og vit hava sett okkum høg mál. Tí er tað sera umráðandi, at vit aftur fáa trygg politisk viðurskifti í landinum, sigur Bill Justinussen.


Miðflokkurin samdur um politikkin

Nú innanhýsis stríðið í Javnaðarflokkinum og kanska eisini í Tjóðveldi hevur merkt politiska landslagið seinastu vikurnar, hevur ikki verið serliga nógv at hoyrt til Miðflokkin. Men sambært Bill Justinussen, er Miðflokkurin hóast alt sera virkin.

- Miðflokkurin er ein sera homogenur flokkur, og vit hava ongar innanfloks trupulleikar at dragast við. Men vit fylgja støðuni alla tíðina, og hava verið virknir á tann hátt, at vit royna at sameina tey ymisku sjónarmiðini. Miðflokkurin er samdur um politikkin og málini hjá landsstýrinum, og stendur fult aftanfyri tann politikkin, ið hevur verið førdur higartil, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, at enda.