Bill Clinton til Danmarkar

Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton kemur til Keypmannahavnar tann 2. november, har hann skal taka lut í einari ráðstevnu um tann samfelagsliga leiklutin hjá ymsum grunnum og feløgum. Tað er Realdanica, sum skipar fyri ráðstevnuni, og stjórin, Flemming Børreskov, dylur ikki fyri, at hann er fegin um at fáa Bill Clinton á ráðstevnuna.

-Við sínari vitan og sínum royndum kann Bill Clinton geva ráðstevnuni eitt týðandi íkast, og grunnar og feløg kunnu fáa hugskot frá honum, sigur Flemming Børreskov við DR.

Bill Clinton hevur stovnað grunnarnar William J. Clinton Foundation og Clinton Global Initiative, sum stuðla ymisk vælgerandi endamál kring heimin. Hann hevur eisini skrivað bókina "Giving. How each of us can change the World".