Bill er nýggjur AB venjari

16. desember fara Bill Jacobsen og AB undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið

Tað hevur ljóðað seinastu vikurnar, og nú er tað heilt víst. Tað verður Bill Jacobsen, sum fer at avloysa Sámal Erik Hentze í venjarasessinum í AB.

Hetta er fyri lítlari løtu síðani kunngjørt á ársveitsluni hjá Argja Bóltfelag.

 

Bill Jacobsen er U21 landsliðsvenjari saman við NSÍ venjaranum Heðini Askham. Ta uppgávuna hevur nýggi AB venjarin tikið sær av í seks ár. Bill hevur holla útbúgving sum venjari, og hann hevur drúgvar royndir í venjarayrkinum. Eitt nú var hann 2006-2011 bæði ungdómsvenjari og síðani venjari hjá besta liðnum hjá B68.

 

Í samrøðu við AB heimasíðuna sigur nýggi AB venjarin soleiðis:

-Eg veit, hvussu tað fungerar, og hvussu tað ikki fungerar. Tað er ein góður eginleiki hjá einum venjara at fáa sum mest burturúr ungu leikarunum. Eisini er vinnaraviljin nakað, sum hevur eyðkent liðini, ið eg havi vant, sigur nýggi AB venjarin, og hann heldur fram:

-Eg haldi meg hava nakað at geva AB. Tað, sum mær dámar væl við felagnum er, at AB satsar uppá egið tilfeingi. Her eru nógvir góðir spælarar á Argjum, og tá vit krydra liðið við nøkrum profilum útifrá, so er tað sera spennandi. Eitt annað er, at fyri meg hevur tað eisini nakað at siga, at felagið er í høvuðsstaðnum, har eg sjálvur búgvi. AB er eitt spennandi felag. Eg kenni eitt sindur til AB, tí eg var venjari í ungdómsdeildunum hjá felagnum í fjør. EFFO hópurin sær sera spennandi út. Nú fara so nakrir leikarar, og aðrir koma, men tað skal nokk blíva eitt gott lið burturúr.

Nýggi AB venjarin sigur, at tað verður farið undir venjingarnar aftur tann 16. desember.