Bill fer út á Eystnes við familjuni

- Tað er gleðiligt, at føroysk ferðavinna hevur fyrireikað seg so væl, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður.

Ert tú spentur til sólarmyrkingina?

 

- Nógva umtalan av sólarmyrkingini hevur sína ávirkan, so eg eri eitt sindur spentur, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður.

 

Hvar fert tú at verða, og hvat fert tú at gera fríggjamorgunin?

 

- Vit hava snakkað um at fara ein túr út á Eystnes. Har er koyrandi, náttúran er frí og føgur. Og útsýnið man vera av tí besta.

 

Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking?

 

- Sum eg havi skilt, eru tað nøkur fólk kring heimin, sum hava seráhuga fyri náttúrufyribrigdum sum hesum. Seráhugamál eru trupul at skilja fyri uttanfyristandandi, men sæð í stóru myndini skilji eg væl, at tað finnast fólk, sum leggja alt til síðis fyri eina sólarmyrking.

 

Bill Justinussen heldur tað vera gleðiligt, at føroysk ferðavinna hevur fyrireikað seg væl og er búgvin at taka ímóti hesum slagi av ferðafólki.

 

Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar í Føroyum?

 

- Eg havi bara hoyrt tað, sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum um hetta, sigur løgtingsmaðurin.