Bill Justinussen er nú fólkafloksmaður

Hann gjørdist 137 atkvøður ov stuttur til at verða afturvaldur á ting fyri Miðflokkin – og skiftir nú flokk. Hann hevur ásannað, at hann er ov borgarligur til Miðflokkin

 

Bill Justinussen hevur nú meldað seg úr Miðflokkinum, sum hann var við til at stovna. Hann hevur nú teknað seg sum lim í Fólkaflokkinum.

Bill Justinussen byrjaði sína politisku yrkisleið í Kristiliga Fólkaflokkinum Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokki. Har kom ósemja í, og fólk úr flokkinum tóku stig til at stovna Miðflokkin, sum fyrstu ferð varð umboðaður á tingi í 1994, tá Jens av Rana og Tordur Niclasen vórðu valdir á ting fyri flokkin.

Í 1998 og 2002 var Jenis av Rana valdur einsamallur fyri flokkin, men í 2004 varð Bill Justinussen eisini valdur. Hann var eisini afturvaldur í 2008, 2011, 2015 og í 2019, men hann fall á valinum í 2022. Ikki tí at flokkurin misti tingsessin, men tí at hann varð yvirhálaður av Steffani Klein Poulsen, sum hevði havt sæti á tingi sum varamaður fyri Jenis av Rana. Steffan Klein Poulsen fekk 518 atkøvður, meðan Bill Justinussen fekk 382.

Sambært Kringvarpinum hevur Bill Justinussen melda seg upp í Eysturoyar Fólkafloksfelag. Fólkaflokkurin hevur ein nýggjan tingmann í Eysturoy, Bárður á Lakjuni. Hann varð valdur sum nummar tvey á listanum hjá Fólkaflokkinum við 498 atkvøðum – aftaná floksformannin, Beinir Johannesen, sum fekk 1688 atkvøður.

 

Við Vágaportalin sigur Bill Justinussen, at hann hevur ásannað, at hann er ov borgarligur til Miðflokkin.