Bill Justinussen er so ónøgdur við framferðina hjá sínum egna floksformanni, Jenis av Rana, at hann umhugsar sína støðu í Miðflokkinum.
Tað váttar hann fyri www.in.fo
Hann sigur, at hann kann slett ikki góðtaka framferðina hjá Jenis av Rana í málinum um Eysturoyartunniinl.
- Eg harmist um, at mín egni formaður hevur tíggjað sær sum hann hevur gjørt, sum Bill Justinussen málber seg.
- Tað líkist ongum, og tað vil eg upp á tað harðasta átala, leggur hann afturat
- Tað er rættiliga ósømiligt og óvirðiligt, at formaðurin í einum samgonguflokki gongur undan at fáa ein landsstýrismann úr starvi.
Hann staðfestir, at viðhvørt hava Jenis av Rana og hann verið ósamdir í hesi samgonguni, eitt nú vóru teir rúkandi ósamdir um flatskattin.
- Eg havi umhugsað mína støðu í Miðflokkinum nakrar ferðir í hesi samgonguni. Og eg kann siga, at eg umhugsi støðu mína ikki minni nú, staðfestir hann.
Hann sigur, at framferðin hjá Jenis av Rana er til stóran skaða fyri Miðflokkin, sum hevur stóra undirtøku í Eysturoy frá veljarum, sum taka fult undir við ætlanini hjá samgonguni um Eysturoyartunnil og virðismeta tað arbeiðið, landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur útint í hesum máli
- Reaktiónin frá veljarunum í Eysturoy er eisini rættiliga sterk Teir eru heilt ófatiliga misnøgdir við framferðina hjá floksformanninum, og eg ivist ikki í, at vit missa nógva undirtøku í Eysturoy.
- Eysturoyartunnilin er eitt hjartamál hjá mær. Hann er eisini eitt hjartamál hjá veljarunum hjá Miðflokkinum í Eysturoy, og tað er Jenis av Rana fullgreiður yvir.
- Tí føli eg tað rættilig persónligt, at Jenis av Rana gongur á odda at avhøvda ein landssýrismann, sum eg og veljarar hjá Miðflokkinum í Eysturoy taka fult undir við í einum av mínum heilt stóru politisku hjartamálum.
Bill Justinussen heldur eisini, at framferðin hjá floksformanninum í Miðflokkinum er til stóran skaða fyri samgonguna.
- Tað er ómetaliga órógvandi fyri samgonguna, at formaðurin fyri ein samgonguflokk gongur á odda at føra andstøðupolitikk í samgonguni.
Men Bill Justinussen ásannar eisini, at Miðflokkurin hevur altíð verið hansara hjartabarn, so tað verður tungt at stinga í sekkin.
Hann vísir eisini á, at høvuðsmálini hjá Miðflokkinum hava altíð verið at halda kristnu lívsvirðini í hevd í føroyskum politikki.
Tí harmar tað hann almikið, at onnur mál, sum liggja uttanfyri kjarnuvirðini hjá flokkinum, skulu føra til, at støðan í flokkinum er blivin so spent.
Hvør annar flokkur kundi so verið meiri í samsvari við politikkin hjá Bill Justinussen?
- Nei so langt havi eg slett ikki hugsað enn, staðfestir ónøgdi tingmaðurin.