Beinanvegin Rás2 og Portalurin bóru tíðindini um, at Rúsan skjótt fer at lata handil upp í SMS, settist Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, við telduna. Í hesum sambandi ætlar hann at reisa málið í Løgtinginum har hann fer at spyrja Johan Dahl, landsstýrismann, fleiri spurningar um ætlanina.
Hann vil hava at vita, um landsstýrismaðurin tekur undir við at Rúsan letur handil upp í SMS, nær handilin verður latin upp og hvussu nógv, hann væntandi fer at selja fyri.
Hann vil eisini hava at vita, um Johan Dahl heldur, at tað er í samsvari við rúsdrekkalógina at økja um útboðið av rúsdrekka, hóast Rúsan skal virka tálmandi upp á nýtsluna.
- Eftir øllum at døma ger Rúsan ov nógv fyri at økja um nýtsluna av rúsdrekka fyri at røkka avlopskravinum í fíggjarlógini.
- Avlopskravið er sjálvandi ein ómøgulig tvístøða fyri Rúsuna. Tað er ómøguligt at miðja ímóti at selja minni, samstundis sum roynast skal at selja meiri. Tí er neyðugt, at politiski myndugleikin beinanvegin loysir Rúsuna burturúr hesi tvístøðuni. Tað kann gerast við at flyta príspolitikkin til landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum umsitur avgjaldspolitikkin.
- Rúsan skal undir ongum umstøðum nýta sína orku til at royna at fáa fleiri at drekka meiri. Rúsan skal halda seg til upprunaendamálið, sum er at tálma nýtsluni, sigur Bill Justinussen.