Fótbóltur
Tað stendur nógv upp á spæl í grannauppgerðini á Svangaskarði í kvøld. Bæði hjá B68 og NSÍ er setningurin greiður, um enn hann ikki er tann sami. NSÍ stríðist fyri at fáa fatur á EB/Streymi í telvingini um oddasessin, og B68 stríðist fyri at sleppa burtur úr vandanum fyri niðurflyting, sum alt kappingarárið hevur hingið yvir toftamonnum.
Bæði á Toftum og í Runavík hava teir nýggj andlit á liðnum. Hjá B68 er Bill Jacobsen nýggjur venjari. Harafturat skulu tríggir spælarar royna seg fyri fyrstu ferð í B68 búnanum. Ein teirra er Hendrik Rubeksen, sum er leigaður í HB. Hendrik hevur spælt eitt sindur á besta HB liðnum. Nú skal hann á Toftum royna at koma fyri seg eftir langan skaðasteðg.
Hinir báðir nýggju B68 spælararnir eru brøður, sum eru ættaðir úr Brasil. Annar teirra er gamal kenningur. Andersson spældi við B68 í fyrraárið, og hann var aftur á Toftum eitt stutt skifti í fjør. Andersson er álopsspælari, og beiggin, Alexandro, er miðvallari. Tá ið vit frættu, vóru øll loyvini hjá Alexandro komin upp á pláss. Teir bíðaðu eftir leysgevingini fyri Andersson, sum skuldi koma úr Brasil. Tað varð roknað við, at hon fór at koma í dag.
Fyri B68 er tað dyggur smeitur, at Øssur Hansen ikki er tøkur. Hann er í Noregi í arbeiðsørindum. Harafturímóti kemur tað væl við, at Bogi Petersen, sum í fjør var sera drúgvur, aftur er farin at venja. Og hartil kemur Julian Johnsson úr Danmark at vera við móti NSÍ.
Í Runavík er lagið gott. NSÍ hevur avgjørt ikki avskrivað møguleikan at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð. Um hugsningur skal verða um at fáa fatur á EB/Streymi, so verður neyðugt at fáa trý stig á Toftum.
Móti VB/Sumba var Iulian Florescu nýggjur á vinstra vongverja. Tað spældi væl av, tí Iulian legði upp til bæði málini í 2-1 sigrinum. Í kvøld verður aftur ein nýggjur útlendingur á NSÍ liðnum. Talan er um 22 ára gamla Thomas Gormsen, sum NSÍ hevur leigað frá SønderjyskE, har hann sambært NSÍ heimasíðuni hevur spælt 37 dystir á besta liðnum.
Thomas hevur vant við NSÍ síðani undan vikuskiftinum. Tá ið vit frættu, var tað ikki greitt, um hann verður millum teir fyrstu ellivu í kvøld.
Dánial Hansen, sum í mong ár hevur verið stuðulsspælari í NSÍ, er givin av venja, og Jónstein Petersen fór undan VB/Sumba dystinum av landinum í arbeiðsørindum. Heldur ikki hann verður at síggja nógvu tær næstu ferðirnar.