Barrack Obama hevur tilnevnt Bill Richardson handilsmálaráðharra Bill Richardson, sum er guvernørur í statinum New Mexico, kappaðist við Barrack Obama um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum.
Bill Richardson var orkumálaráðharri eitt skifti hjá Bill Clinton, og hann hevur eisini verið amerikanskur ST-sendiharri.
Tann 61 ára gamli Bill Richardson situr nú annað skeið í guvernørembætinum í New Mexico.