Bill verður høvuðsvenjari

Fyri stuttum boðaði B68 frá, at felagið hevði sett klaksvíkingin Bill McLoud Jacobsen sum høvuðsvenjara fyri yngru lið felagsins. Tað er hann eisini framvegis, men nú er so greitt, at Bill eisini skal venja Formula-liðið hjá felagnum.
Undan 1-1 javnleikinum móti ÍF í 16. umfarinum valdi felagið at siga Jóannes Jakobsen úr starvinum, og síðani hevur verið leitað eftir nýggjum venjara. Og hendan metir felagið seg nú hava funnið.
Áðrenn hann kom á Toftir, hevði Bill í hálvtannað ár ábyrgdina av besta liðnum hjá FS Vágum, men tað samstarvið steðgaði tó í vár.
Á heimasíðuni sigur B68, at tey hildu tað vera skilabest við eini føroyskari loysn, soleiðis at felagið fær ein venjara, sum kennir til føroysk fótbóltsviðurskifti.