Billardrisar ruddaðu borðið

Við meðaltølum uppá 32, 31 og 25 hava spælarar hjá Kagganum og Klaksvíkar Billardfelag víst, at enn eru knotur í føroyskum billardsspælarum. Bjarni Skaalum og Ólavur Kjølbro vístu framúr gott spæl í Klaksvík herfyri.

Billard

Herfyri leiktu 1. deildarliðini hjá Kagganum og Klaksvíkar Billardfelag. Klaksvíkingar vístu, hvat teir veruliga duga til, tá tað kemur til avgerandi dystir. Teir vunnu 14-4 á einum kaggaliði, sum tó megnaði at fáa nógv eygu. Besti maður var Ólavur Kjølbro, sum vann allar sínar dystir og hevði eitt meðal uppá 31 eygu. Hetta vísir, at klaksvíkingar ikki bert eiga ein dugnaligan Føroyameistara í Krisjan Suna Høgensen, teir hava eisini ein ungan spælara í Ólavi, sum kann koma langt í komandi kappingum, og her hugsa vit eisini um FM fyri einstaklingar. Við hesum úrslitinum hevur hann víst, at tað er eingin sjálvfylgja, at verandi meistari endurvinnur sítt heiti. Vit skulu heldur ikki gloyma, at Henrik Petersen eisini er við í ár. Men lat okkum ikki gloyma flotta úrslitið hjá øllum liðnum. Sonhard Johannesen var eisini í tí góða hjørninum henda dagin og vann allar sínar dystir og við einum meðal uppá 25,23 eygu. Krisjan Sune Høgnesen mátti í hesi kappingini lúta í tveimum av dystunum og hevði eisini lægsta meðaltalið hjá liðnum 24,67 eygu. Ja, soleiðis kann tað ganga upp og niður í billard, eisini hjá teimum bestu.

Á Kaggaliðnum var Bjarni Skaalum nógv bestur. Hann vann bert ein dyst, men hann hevði kanska sítt besta meðaltal nakrantíð í eini kapping, 32,33 eygu. Hetta er einastandandi og lovar eisini gott fyri, at vit í ár fara at fáa eina sera spennandi kapping um FM heitið fyri einstaklingar. Eisini gjørdi Bjarni tað bragd at fáa omanfyri 800 í einum dysti. Johannes Skaarup vann hin dystin á Kaggaliðnum og hevði eitt av sínum heilt góðu meðaltølum við 23,10 eygum. Hesaferð eydnaðist ikki Anfinni Hjalmarsson at gera tær stóru skreytirnar. Hann tapti allar dystirnar og hevði 18,50 eygu í meðal.

Kaggin 2 hevði herfyri vitjan av Tvøroyar Klubba, sum vann 10-8. Hetta úrslit merkir, at Kaggin 2 liggur niðast í deildini. Tvøramenn eru eitt vet frammanfyri. Annars liggur Klaksvíkar Billardfelag klárt á odda.

Í 2. deild hevur verið dystur millum Klaksvíkar Klubba 2 og Havnar Klubba. Havnamenn vunnu 10-8. Besti maður í kappingini var Jógvan Jørgensen úr HK við seks stigum og 11,443 eygum í meðal. Hans Jørn Nielsen og Høgni Højgaard høvdu ávikavist 10 og 8 eygu í meðal. Á liðnum hjá klaksvíkingum var Ørvur Heinesen bestur við 4 stigum og 12 eygum í meðal. Tórur Andreassen, ein gamal kenningur úr Klaksvíkar Klubbatíðini og tá á 1. Deild, vann ein dyst og hevði 12,40 eygu í meðal. Triði maður á liðnum var Óli Biskupsstøð við 11,43 eygum í meðal.