Billund verður høvuðsstaður barnanna

Legoland og Lalandia ella LEGO. Hesi trý eru uttan iva ein stórur felagsnevnari fyri økið kring Billund. Og eingin ivi er heldur um, at børn í milliónatali elska hetta.

Nú er ætlanin at taka enn eitt stig á hesi leiðini, og snøgt sagt gera Billund til Høvuðsstað Barnanna.

Saman við LEGO-grunninum er kommunan nú farin undir eina verkætlan, sum skal fremja hesa í verki og gera Billund til eitt serligt stað fyri børn.

Byrjast longu við teimum yngstu børnunum í kommununi: Dagstovnarnir og skúlarnir skulu samantvinnast í eindir. Og býurin skal so líðandi gerast staðið har tey, ið taka stórar avgerðir skulu valfarta fyri at síggja stórsligin umhvørvi til innlæring og menning.

Depil

Kommunan sjálv ynskir at fáa samstarv í lag við fyritøkur og felagsskapir um menningina av hesum nýggja høvuðsstaðnum, har børnini verða sett í miðdepilin.

- Vit vilja samstarv. Høvuðsstaður Barnanna kann bert eydnast, um øll eru við: Borgarar, foreldur, starvsfólk í kommununi og handils- og vinnulívið, - og ikki minst komandi íleggjarar, vísir borgarstjórin, Ib Kristensen á.

LEGO-grunnurin verður ein virkin viðleikari í hesi ætlanini, og Jens Maibom frá grunninum er ikki í iva um hví so er:

- Vit stuðla aktivt og við engagement hesa spennandi ætlanina. Og vit vilja sjálvandi geva okkara íkast til hana, sigur hann.

mynd

BØRN

Billund býur skal verða fyri børnini, ætlar kommunan. Nakað skal verða fyri øll