Eftir tíðindini kl. 16 í dag kemur sendingin Bilardio á Rás2 við fleiri innsløgum um akfør og ferðslu. Í sambandi við at sunnudagin 6. juli verður minningardagurin fyri tey sum eru deyð í ferðsluni, verður tosað við Inga Gunnarsson, sum samskipar tiltakið.
Summarið er hásesong hjá teimum sum leiga bilar út. Í hesum sambandi verður prátað við Brian Vang Poulsen, sum hevur ábyrgd av leigubilunum hjá ?62ºN Car Rental.
Í biltíðindunum hoyra vit m.a. at hvørt ár koma 130.000 amerikanarar til skaða í vognum, sum koyra á golfbreytum.