Bilsin og fegin

Høgni Madsen úr ÍF er ikki ein av spælarunum, sum vanliga hevur verið settur í samband við landsliðið.

Sjálvur segði spælarin eisini, at hann ikki visti av nøkrum, fyrr enn landsliðsvenjarin umvegis telefon gav honum boð sunnukvøldið.

- Sjálvandi hevur tað gingið væl hjá okkum, og tí vónar mann kanska. Men eg varð rættiliga bilsin, tá hann ringdi, segði Høgni Madsen á tíðindafundinum.

Og hjá tær persónliga er tað væl ein stór kollvelting at standa í hesi støðuni, um tú sammetir við støðuna, sum tú vart í í Klaksvík fyri einum ári síðani?

- Tað er tað gott nokk heilt alvorliga. Men tað sá ikki út til, at teir kundu brúka meg.

So teir skuldu kanska brúkt teg á miðvøllinum ístaðin fyri á bakkinum?

- Tað er tað, segði ein stórsmílandi Høgni.