Dagurin í dag var søguligur, tá løgmaður, sum tann fyrsti nakrantíð, brúkti ólavsøkurøðuna at útskriva val. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og politiskur viðmerkjari, sigur, at hann ikki væntaði nýval í dag.
- Eg eri eitt sindur bilsin yvir, at løgmaður útskrivaði nýval í dag. Eg helt ikki, at hann legði upp til tað í røðuni, so eg væntaði, at hann fór at bíða nakrar dagar, men so varð ikki.
Eirikur Lindenskov greiðir frá, at hetta merkir, at øll vanlig tingmál detta niðurfyri.
- Alt arbeiðið steðgar nú upp. Um eg skilti løgtingsformannin rætt, so verður tó okkurt gjørt. Tað er møguliga fiskidagarnar, ið man vil hava samtyktar. Men hetta merkir, at eitt mál sum børn í fátækraváða, ið man segði seg vilja hjálpa, dettur niðurfyri. Funnist varð annars at, at tingið ikki varð kallað saman í úrtíð at viðgera tað málið, men heldur bíðaði eftir ólavsøkuni. Nú val er útskrivað, fáa tey onga hjálp.
Blaðstjórin metir, at tað verður serliga býtið av ríkidøminum frá fiskivinnuni, ið fer at fylla nógv í komandi valstríði.
- Eg vænti, at frágreiðingin hjá Gammeltoft, fer at fylla nakað. Álitið á løgmann fer eisini at fylla nakað. Høgra / vinstra stríðið, fer at fylla meira enn loysing / samband., og so meti eg, at býtið av ríkidøminum frá fiskivinnuni eisini fer at fylla nógv í kjakinum. Tað vil siga kjakið um hvussu ríkidømi verður býtt í landinum.