Eitt ferðalag er á veg ein túr undir Vestmannabjørgini, men brádliga er veðrið ikki til vildar til ein slíkan túr. Í staðin fyri at avlýsa túrin og royna aftur næsta dag, verður funnið uppá okkurt annað. Kanska ein túr til Saksunar.
Tað er júst hetta, ið hugtekur fremmanda ferðamannin í Føroyum. Túrurin gerst spennandi, tí ferðamaðurin veit ikki, hvat hendir hvønn dag. Hetta vísir ein samrøðukanning, ið danska felagið Luna Marketing hevur gjørt fyri ferðaráð Føroya.
Kanningin er gjørd sum ein samrøðukanning fyri at fáa fatur á persónligu uppfatanunum hjá ferðafólki, ið hava vitjað í Føroyum. Hon umfatar bert Danmark, av tí, at hon er gjørd í sambandi við eina miðvísa marknaðarføring í Danmark av ferðum til Føroya.
Góður ferðaleiðari bjargar túrinum
Petur Olivar í Hoyvík, formaður í stýrinum fyri Ferðaráð Føroya, sigur, at júst hetta sýnir, hvussu týdningarmikið tað er fyri ferðavinnuna at hava góðar ferðaleiðarar, og tí frøist hann eisini um, at føroyingar seinasta leygardag fingu 19 nýggjar ferðaleiðarar við føroyskari ferðaleiðaraútbúgving.
? Ein góður ferðaleiðari lyftir støðið upp og kann bjarga einum túri. Tí eru dygdargóðir ferðaleiðarar nógv verdir fyri ferðavinnuna, sigur Petur Olivar í Hoyvík.
? Vit hava fyrr hildið tað vera ógvuliga óheppi, tá veðrið hevur gjørt, at neyðugt er at broyta ávísa útferð til at fevna um nakað heilt annað enn upprunaliga ætlað. Til dømis, tá neyðugt hevur verið at at avlýst eina ferð undir Vestmannabjørgini og í staðin fara heilt aðra ferð. Men sambært samrøðukanningini, ið danska felagið Luna Marketing hevur gjørt fyri okkum, halda ferðafólk tað vera imponerandi, at føroyingar ikki eru ráðaleysir og í staðin skipa fyri einum øðrum túri. Men hetta krevst góðar og árvaknar ferðaleiðarar. Tí er tað gott, at vit hava fingið eina føroyska ferðaleiðaraútbúgving, ið gevur eitt høgt vitunarstøði.
Formaðurin í stýrinum fyri Ferðaráðnum heldur nevniliga, at tað er ógvuliga umráðandi fyri ferðavinnuna, at vitannarstøðið hjá ferðaleiðarunum er høgt. Tað er neyðugt at hava eina breiða vitan um samfelagið á mentanarliga og politiska økinum, og hartil er eisini neyðugt at hava eina breiða søgu og siðsøguliga vitan.
Hetta heldur Petur Olivar í Hoyvík, at tey, ið fingu prógv sum ferðaleiðarar seinasta leygardag hava fingið gjøgnum útbúgvingina. Hann fegnast nevniliga um, at ferðaleiðaraútbúgvingin á Handilsskúlanum fevnir so vítt, sum hon ger. Umframt at læra at bera seg at sum ferðaleiðari, læra næmingarnir nevniliga eisini um føroyska mentan, fornminni og siðsøgu, søgu og vinnulív, fisk og veiðihátt, djóralív og plantulæru, fuglaveiðu, jarðfrøði, seyð og seyðahald, føroyskt mál og um føroyskar bókmentir. Hetta heldur hann ger tey før fyri at klára mong ymisk sløg av túrum við ferðafólki í føroyska samfelagnum.
Gera samferðsluna spennandi
Spurdur, um ferðaleiðaraútbúgvingin eisini átti at verið nýtt innan almennu samferðsluna í Føroyum, svarar Petur Olivar í Hoyvík.
? Avgjørt haldi eg, at SL átti at havt ferðaleiðarar á nøkrum av túrum teirra. Ferðirnar við bussum og skipum hjá SL eiga ikki bert at vera flutningur úr einum staðið í eitt annað, men at vera upplivingarríkir túrar.
? Vanliga er túrurin frá flogvøllinum í Vágum til farstøðina í Havn bert ein flutningur úr Vágum til Havnar. Men hesin túrurin kann vera nógv meira enn tað. Um ein ferðaleiðari var við á túrinum og greiddi frá, hevði talan gjørst upp ein upplivingarríkan og spennandi túr fyri ferðamannin. Men sjálvandi skal máti vera við. Ferðaleiðarin eigur ikki at gera eins nógv burturúr á einum slíkum túri, sum á einari útferð. Ferðamaðurin troyttast av hesum, men um greitt varð í stuttum frá, hvat sást á vegnum, hevði talan verið um eina uppliving.
Formaðurin í stýrinum fyri Ferðaráðið heldur eisini, at ein Suðuroyartúrur við Smyrli, sum nógv halda vera langan og keðiligan, væl kann vera ein spennandi túrur, bæði fyri fremmanda ferðamannin og eisini fyri føroyingin. Ein møguleika heldur hann vera, at ferðafólk gjalda eitt sindur meira enn vanligan ferðaseðil fyri at sleppa at sita í ovaru salónini, har útsýnið er gott. Afturfyri kostnaðin skuldi ein ferðaleiðari eisini greitt teimum frá, um hvat tey sóu á vegnum.
? Eg eri sannførdur um, at hetta hevði gjørt Suðuroyartúrin ein spennandi túr, tí á hesum túri verður siglt framvið hugtakandi náttúru, sigur Petur Olivar í Hoyvík. Hann leggur afturat, at sjálvandi er hetta nakað, ið er tungt at byggja upp, tað heldur hann, at slíkt altíð er. Men hann er vísur í, at hetta hevði borið til og eisini loyst seg.
? Eg rokni við, at um væl bleiv gjørt burturúr, høvdu slíkir túrar eisini glett føroyingar, og vit høvdu fingið føroyingar at ferðast meira í egnum landi.
Uppiborið rós
Formaðurin í stýrinum fyri Ferðaráð Føroya heldur, at tey fólkini, ið hava nýtt eitt ár til at nema sær ferðaleiðaraútbúgving hava uppiborið rós. Tað ber nevniliga til at fáa arbeiði sum ferðaleiðari, hóast ein ikki hevur útbúgvingina, og tí heldur hann tað vera óført, at fólk hava nýtt tíð uppá at nema sær útbúgving innan hetta økið, tá tað heldur ikki er nøkur stór inntøkukelda fyri tann einstaka. Men hann heldur ikki, at hesi fólk hava nomið sær hesa útbúgving orsakað av vón um inntøku. Heldur eru tað tann sosiala samveran við fólk og menningin av málførleikanum, ið gera, at fólk hava hug at gerast góðir ferðaleiðarar.
Petur Olivar í Hoyvík ynskir at enda teimum 19 nýggju ferðaleiðarunum hjartaliga tillukku við útbúgvingini og góða eydnu við starvinum, ið hann ikki metir sum eitt ítriv, men sum eitt týdningarmikið starv, ið hevur stóra ávirkan á, hvat útlendski ferðamaðurin heldur um Føroyar.