Bilstøðin Bil

Bilstøðin Bil í Liðagøtu 20. juli 1965. Fimm hýruvognar eru uttan fyri støðina, fýra Ford Taunus og ein Rambler Classic.

Í sama húsi er handilin Ure-Guld-Sølv hjá ursmiðinum Lauritsen, seinni Martin Haasen. Eisini sæst møbilhandilin hjá Holger Jensen.

Í bløðunum stóð í 1960 at lesa, at teir tríggir Alexander Dalfoss, Dion Splidt og Hans Andreas Davidsen (Hassadi) høvdu stovnað bilstøðina Bil í Liðagøtu. Frá 1960 og fram til 1978 helt Bil til her í Liðagøtu, tá støðin flutti niðan í nýggja bygning í Gandadali.

Í 1996 flutti støðin, sum nakað áðrenn var løgd saman við bilstøðini Mini Taxi, alt sítt virksemi út á Farstøðina á Eystaru bryggju. Samanlagda støðin fekk navnið Bil-Mini Taxi.

Annars bleiv bilstøðin Bil av fyrstantíð stovnað fyrst í 50-unum av Hans Mellemgaard og øðrum bilførarum. Tá helt støðin til í N. Finsensgøtu.

Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í samband við hesa myndina, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon 314647 ella 214647.

Myndaeigari: Føroya Fornminnissavn