Eitt ferðsluóhapp hendi í tunnilsmunnanum í Norðskálatunlinum nú um middagsleitið.
Førarin á einum bili, sum var á veg inn í tunnilin, misti tamarhaldið í hálkuni uttan fyri tunnilsmunnan. Bilurin rendi inn í betongkantinum við vegin inn í tunnilin, og av tí at ferðin varð ov nógv, endaði bilurin á takinum.
Við bilinum vóru tvær kvinnur. Báðar sótu í trygdarbelti, og fingu at síggja til ongan skaða.
Fólk á staðnum hjálptu, so ferðslan kundi ganga, til løgregla kom á staðið.
Myndirnar tók Dávur Winther