Bilur sløkti allar lyktapelarnar í Klaksvík

Ein bilur rendi á eina eltalvu, sum sløkti allar lyktapelarnar í Klaksvík

Stutt fyri klokkan 4 í nátt misti ein bilførari, sum kom koyrandi úr Norðoyatunlinum, tamarhaldið á bilinum og rendi á eina eltalvu, sum stóð við vegjaðaran. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at beinleiðis avleiðingin av tí var, at allir lyktapelarnir í Klaksvík sløknaðu.

Har var eingin fólkaskaði, og bilførarin var edrúur. Bilurin fekk nakað av skaða.

Annars hava nógv fólk verið í býnum í nátt, veit vaktleiðarin at siga, eisini nógv ung fólk. Men har var einki mál fyri løgregluna.