Seinnapartin í gjár endaði ein bilur á takinum í Nesi í Vági, og sum skilst, var hetta - kanska tíbetur - í ovaru síðu av vegnum.
- Tað var ein ungur bilførari, sum var einsamallur í bilinum, og eingin annar bilur var partur av óhappinum, veit vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
Sum skilst, helt ungi bilførarin, at hann slapp ikki út úr bilinum við egnari hjálp. Men, hjálpin var skjót á staðið.
Vaktleiðarin sigur, at maðurin skuldi bara hava eitt sindur av vegleiðing, og tað tók onga tíð at fáa hann úr bilinum.
- Tað sá tíbetur ikki út til, at maðurin hevði fingið nakran nevniverdan skaða - at síggja til bert okkurt smávegis skursl.
Ungi bilførarin varð tó fluttur á sjúkrahús til kanningar, og sum skilst vístu kanningarnar, at hann ikki hevði fingið nakran stóran skaða.
Soleiðis, sum løgreglan hevur skilt støðuna, var bilførarin komin út í vegøkslina við øðrum hjólinum í niðari borði á vegnum.
- Tað var, tá hann skuldi rætta bilin uppaftur, at hann misti tamarhaldið, fór út av vegnum í ovara borði, har bilurin endaði á takinum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at maðurin var edrúur og soleiðis, sum løgreglan skilir, slapp hann tíbetur væl burtuúr hendingini.










