Bæði liðini komu í finaluna við fullum stigatali, men tað vóru føroysku dreingirnir úr H71, sum drógu longra stráið.
Kärra HF fekk betru byrjanina og legði seg á odda, men H71 fylgdi væl við. Svenski málverjin Adrian Bergå hevði fleiri framúr bjargingar – millum annað eitt brotskast – og helt Kärra inni í dystinum stóran part av fyrra hálvleiki.
Seinastu minuttirnar undan steðginum tók H71 tó tamarhald á dystinum og fór til hálvleiks á odda 8-6.
Í seinna hálvleiki vístu hoyvíkingarnir stóra styrki bæði í verju og álopi. Kärra royndi at svara aftur, men megnaði ongantíð veruliga at hótta leiðsluna hjá H71.
At enda vann H71 19-13 og tryggjaði sær gullheiðursmerkini í U11-kappingini.
##med2##
Alexandur Erharuyi úr H71 varð kosin besti spælari í finaluni.
– Eg havi eina sera góða kenslu júst nú. Dysturin var javnur, men vit vunnu at enda, segði hann eftir finaluna.
Hann takkaði eisini teimum mongu H71-viðhaldsfólkunum, sum høvdu tikið túrin til Svøríkis.
– Takk fyri, at tit róptu og stuðlaðu okkum, segði Alexandur Erharuyi eftir dystin.
Við sigrinum hevur H71 2 eisini vunnið sær ókeypis luttøku í Partille World Cup í Kairo, sum verður hildið frá 31. mars til 3. apríl 2027.
---
Partille World Cup í Gøteborg er heimsins størsta altjóða hondbóltskapping fyri ungdóm. Í ár luttaka umleið 1.400 lið úr 36 londum.
Les meira um kappingina og finn lið úr tykkara øki í leikskránni her:











