Fyri seks døgum síðan koyrdi ein ávirkaður maður í 30-árunum beint inn í garasjuportrið í heiminum hjá drápsskuldsetta miljarderinum, Tom Hagen. Norska løgreglan tók bilføraran, sum í fyrstu atløgu ikki vildi steðga. Nú hevur løgreglan so kannað tilburðin. Húsaognin hjá miljarderinum hevur annars verið undir eftirlitið hjá løgregluni í skjótt tríggjar mánaðir, og politiband er kring ognina.
Maðurin, sum koyrdi inn í garasjuportrið hjá miljarderinum, er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava framt skaðar, eins og hann er skuldsettur fyri at hava smærri nøgdir av narkotina uppi á sær. Haraftrat er bilførarin skuldsettur fyri at hava framt fleiri brot á ferðslulógina.
- Løgreglan veit ikki, hví skuldsetti var inni á ognini við Sloraveien, men hetta er sjálvsagt ein partur av málinum, vit kanna víðari, sigur løgregluleiðarin, Gjermund Hanssen við tv2.no.
Norska løgreglan vil ikki svara spurninginum, um maðurin hevur greitt frá, hví hann var inni á ognini hjá Hagen-hjúnunum, og verjin hjá unga manninum, Jørgen Reiss-Jacobsen, hevur heldur ikki svarað spurninginum, ið tv2. no hevur sett honum í málinum. Hóast hendingina henda dagin, tá hin 30-ára gamli gjørdi materiellar skaðar á ognini í Lørenskog, hevur hetta sambært løgregluni ikki á nakran hátt ávirkað kanningararbeiðið, sum løgreglan ger á ognini.
Tv2.no veit at siga, at líkamikið, hví maðurin koyrdi inn á sethúsaognina hjá Hagen-hjúnunum, so metir tíðindamiðilin ikki, at løgreglan sær nakað samband millum mannin og drápsmálið, sum løgreglan metir, at málið um ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, er. - Soleiðis, sum hetta mál liggur nú, er hetta ikki ein hending, sum vit leggja nakran serligan dent á í samband við ítøkiliga kanningararbeiðið, sigur løgregluleiðarin, Gjermund Hanssen, við tv2.no.