Sit hendur í favn meðan bilurin parkerar. Tað ljóðar nokk so árbyrgdarleyst, at bilførarin situr hendur í favn, meðan bilurin sjálvur parkerar, men soleiðis er við nýggja VW Touran hýruvogninim hjá Eiriki Rasmussen, sum koyrir á bilstøðini Auto í Havn.
”Park Assist” er ein framkomin elektronisk skipan, sum hjálpir bilføraranum við at bakka bilin upp á pláss (millum tveir bilar) meðan bilførarin sjálvur situr hendur í favn og bíðar til bilurin stendur heilt stillur og rætt parkeraður millum tveir aðrar bilar og uttan at hjólini nerta við kantin á gongubreytini.
Útmátingin av økinum har bilurin skal parkera og stýringina av rattinum yvirtekur skipanin automatiskt, samstundis sum førarin hevur parkeringina av bilinum undir kontroll.
Um bilførarin kennirseg noyddan at taka í rattið og hjálpa til, verður parkeringshjálpin umgangandi avbrotin. Førarin skal einans hugsa um spitarin og bremsuna.
Tá bilførarin sær, at eitt pláss er til at parkera millum tveir bilar, blinkar hann inn til síðuna og trýstur á ein knøtt, so Park Assist skipanin skannar teir parkeraðu bilarnar og økið har bilurin skal parkera.
Park Assist skipanin aktiverast, tá bilurin verður settur í bakk-gir. Tá hevur førarin ikki meira at gera uttan at bíða til bilurin er komin upp á pláss og bremsa, tá bakkisensorarnir siga til. Av trygdaráðum hevur bilførarin fulla ábyrgd av bilinum undir parkeringini.
Tað eru sensorarnir, sum sita í kúfangarunum framman og aftan, ið registrera alt rundan um bilin, og syrgja fyri at hann kemur heilskapaður upp á pláss. Um tað vísir seg, at tað ikki er pláss til bilin, so finnur skipanin út av tí og ger ikki klárt til at bakka.
Tá bilurin koyrir fram við teimum parkeraðu bilunum, og skipanin skannar økið, kann hann koyra við upp til 30 km/t og við eini frástøðu upp á hægst 1,5 m. Plássið, sum krevst fyri at bilurin skal kunna parkera, er longdin á bilinum pluss 1,4 metur.
Fyrimunurin við Park Assist skipanini er, at hon klárar at parkera bilin har sum lítið pláss er, og bilførarin helst ikki hevði hættað sær undir eina parkering.