?Okkara bindibók? er nýggj bindibók við 29 uppskriftum, og samstundis stuðulstiltak fyri eitt barnaheim í Bangladesj. Sunneva Mohr hevur staðið fyri bókini og hesum øðrvísi hátti at savna peningn saman.
Hon hoyrdi um barnaheimið frá eini vinkonu, ið starvast fyri ein altjóða felagsskap í Bangladesj. Umstøðurnar hjá dreingjunum á barnaheiminum rørdu hana djúpt og hon setti seg í samband við barnaheimið. Hetta gjørdist byrjanin til eitt samstarv, ið hevur við sær, at Sunneva Mohr fer til Bangladesj at vitja barnaheimið í november.
Bókin kostar 100 krónur, og allar inntøkur fara óskerdar til barnaheimið ?Char Fasson Orphanage.