Bowling
Tað var gott lag, og fólk stuttleikaðu sær óført, tá ið Sosialurin hugdi inn á gólvið í nýggju Bowlinghøllini í Leirvík mikukvøldið.
Í tí partinum av hølunum, har møguleikar eru at borðreiða, sótu fólk og ótu leskiligar bowling-búffar aftur við ymiskum góðum, bæði turrum og vátum.
Hetta vóru bindiklubbar í Leirvík, annar við makum og hin ikki.
Eftir at búffar og leskandi var fingið niður um, varð farið út á tær seks breytirnar at stuttleika sær.
Og stuttligt sá tað út til at vera. Ikki bara hjá teimum, sum áttu tørnið at kasta, men so sanniliga eisini hjá teimum, sum bíðaðu og hugdu at.
Tilkomnar konur og tilkomnir menn kastaðu hesa løtuna kúlur í heilar tveir tímar, og onkur helt fyri, at nú fór ikki at ganga long tíð, til armurin loysnaði úr akslunum.
Men áhugin var størri enn so og eingin, sum var í høllini, keddi seg í ein einasta minutt!
Heldur var tað so, at flestu høvdu ynskt sær eina løtu aftrat, tá ið tíðin umsíðir rann út.
Jú, Bowling-høllin í Leirvík er avgjørt komin fyri at vera, og sum skilst, er hon rættiliga nógv upptikin og eftirspurd, nú tað stundar til jóla, og fólk hava hug at fara út at hugna sær saman.