Leygardagin heldur Katrina í Geil fyrilestur um binding og sniðgeving á Seglloftinum á Tvøroyri. Støðið verður tikið í føroyskari binding fyrr, nú og framyvir Komandi leygardag heldur Katrina í Geil fyrilestur um binding og sniðgeving. Støðið verður tikið í føroyskari binding fyrr, nú og framyvir ? frá bindisniðum á Føroya Fornminnissavni til catwalk í París og London.
Katrina er sniðgevi frá Designskolen í Kolding, og hevur selt síni snið til millum onnur Calvin Klein og Filippu K. Hon er eisini við á framsýningini DK:Knit, sum í løtuni hongur í Norðurlandahúsinum.
Fyrilesturin verður á Seglloftinum á Tvøroyri leygardagin 21. mars kl. 13:00 til uml. 15:00.
Katrina hevur eisini hollar royndir sum stylistur, hon hevur skeið bæði privat og professionelt, umframt at hon ger ymiskt frílansarbeiði.
The Best of You er skeiðið til allar kvinnur, ið vilja síggja fantastiska gott út, júst sum tær eru. Og leygarkvøldið kl. 19:00 bjóðar hon kvinnum í Suðuroy at luttaka á hesum skeiði, sum varðar í fýra tímar.
Tað eru Valkyrjurnar, sum skipa fyri, og øll eru vælkomin.