BioMarine stórt hall

- Høvuðsorsøkin til hallið er mistar inntøkur í Argentina og Føroyum, skrivar felags heimasíðan hjá Fiskaren og Fiskeribladet 48 miljónir norskar krónur í halli fyri skatt fyrsta fjórðingsár í ár. Tað er úrslitið hjá felagnum Aker BioMarine, sum var norski parturin í pelagisku skipunum, Nærabergi og seinni Atlantic Navigator.

Sum flestu minnast, fór Atlantic Navigator, sum annars fiskaði undir føroyskum flaggi, av aftur landinum, tí felagið skuldi umbyggja skipið og brúka tað til veiði eftir krill í Suðuríshavinum.

Felags heimasíðan hjá Fiskaren og Fiskeribladet skrivar, at Aker BioMarine hevði eitt hall somu mánaðir í fjør upp á 26 miljónir norskar krónur, so úrslitið hjá felagnum er munandi lakari higartil í ár enn í fjør.

Sagt verður, at umsetningurin hjá felagnum er rættiliga nógv minkaður. Orsøkin er í fyrsta lagi, at Aker BioMarine ikki longur hevur inntøkur av verkætlanum í Argentina og Føroyum.

Í Argentina er skipið til dagføringar, skrivar blaðið, men einki verður sagt um, hvør orsøkin er til minkandi inntøkurnar í Føroyum.

Aker BioMarine sigur, at framleiðslan av mjøli úr krill var methøg fyrsta fjórðingsár í ár. Tilsamans vórðu framleidd 3.694 tons, sum er heili 39% meira, enn framleiðslan av mjøli var fyrsta fjórðingsár í fjør.

Í aðrari grein á felags heimasíðuni sæst, at Aker BioMarine hevur lænt 400 miljónir norskar krónur til ?krill-satsing?, sum tað verður rópt.