Birgar Johannessen ársins borgari 2009

Lions Club Tórshavn hevur aftur í ár kosið »Ársins borgara«, og hesa ferð fall heiðurin Birgari Johannessen í lut fyri hansara slóðbrótandi og áhugaverda arbeiði

Seinnu árini hevur verið fastur siður, at Lions Club Tórshavn heiðrar eitt ella fleiri fólk við heitinum »Ársins borgari«, tí tey hava gjørt eitt arbeiði ella lagt eftir seg avrik, ið onkursvegna skarar framúr.


Í ár er hesin heiður fallin havnarmanninum, Birgari Johannessen, í lut, tí hann í fleiri ár hevur lagt eitt stórt arbeiði í at savna saman tilfar um Havnina. Fyrst fór hetta við allari frítíðini, men seinnu árini hevur tað meira ella minni verið hansara fulltíðarstarv.


Teir, sum hava mannað undirnevndina í Lions Club Tórshavn, sum tekur sær av at velja »Ársins borgara«, eru Ólavur Jákup Kristoffersen, Heini Olsen og Niels Nattestad, og teir siga millum annað soleiðis í grundgevingini fyri, at Birgar Johannesen í ár fær heiðurin:


»Higartil eru komnar tvær bøkur frá hansara hond, har ið hann lýsir høvuðsstaðin frá 1900 til 1969 til stóra gleði fyri bæði tey, sum eru fødd og uppvaksin í býnum, men somuleiðis laðar hann við bókum sínum landsins størsta býi ein minnisvarða til komandi ættarlið.«


Birgar Johannessen fekk á hugnaligari samkomu herfyri handað eitt heiðursskjal, sum prógv fyri, at hann er »Ársins borgari 2009«, og hann kvitteraði við at greiða frá ymsum áhugaverdum um Havnina gjøgnum árini, sum hann vísti við myndum frá ymsum tíðarskeiðum.