Mánadagin 27. apríl verður Birgir 60 ár, og í hesum sambandi hava vit havt prát við henda fjølbroytta mannin.
Birgir er ættaður av Tvøroyri. Mamman var Inger, sum var donsk, og pápin var Hjørleif Enni, sum var kendur fyri at duga væl at siga frá. Tey eru bæði deyð fyri fáum árum síðani.
Teir eru tríggir brøður. Helgi og Birgir eru tvíburar, og Tórur er eldri. Birgir fór sum ungur í smiðjulæru á bedingini á Tvøroyri, har Hemming Jespersen, eisini kendur sum tingmaður, var stjóri.
Ein tann fyrsta uppgávan, sum Birgir var við til, var umriggingin av Westward Ho til sítt uppruna líki sum minni um slupptíðina. Hetta var eitt størri arbeiði, sum veruliga ikki er gjørt heilt liðugt fyrr enn fyri nøkrum árum síðani.
Men tað vóru eisini nógvar aðrar uppgávur, sum at gera hakkarar til kolagrevstur í Hvalba. Umframt var alt tað smiðjuarbeiði, sum skuldi gerast í samband við skip, sum tað vóru nógv av á Tvøroyri.
Aftaná lidna smiðjutíð fór Birgir til Danmarkar á kavaraskúla, og hann kom at arbeiða sum kavari frá 1970 til 2000. Tey seinastu árini tó bert partvíst, tí hann hevur eisini havt Norðlýsið.
Hann hevur kavað nógv í Føroyum og eisini í Grønlandi. Hann kennir væl tann føroyska botnin. Birgir heldur ikki, at lívið á botni er so nógv broytt hesi árini, hann hevur verð “á botni.”
Norðlýsið kom inn í myndina
Nú er tað at Norðlýsið kemur inn í myndina. Skipið er bygt í 1945 á Tórshavnar Skipasmiðju og varð sjósett sjálvan frælsisdagin 5. mai. Skipið er bygt sum tveymastrað skonnart og er gjørd av “eiki mót eik.” Hetta merkir, at eik var einasta tilfarið og salt varð lagt ímillum fyri at sleppa undan fukti. Norðlýsið er 62 fót langt og er 44 tons til støddar.
Tað varð ringt at fáa tilfar í Europa undir krígnum, og tí fór Tinganes til Canada at fáa tilfar. Norðlýsið varð bygt til reiðaríið Uvak, og sagt verður at hetta var eitt tað fyrsta skip, sum fór at fiska sild norðanfyri við gørnum seinast í 40-unum. Hetta gjørdist í 20 ár ein týðandi veiða.
Seinni átti Jákup hjá Karl á Lag skipið, men tað varð lagt í 80-unum. Í 1985 er tað so, at Birgir saman við øðrum monnum tekur stig til at gera Norðlýsið til tað skip, sum tað er í dag. Her skuldi bæði riggast til og setast í stand, og tað tók sína tíð. Síðan tá hevur Birgir verið eldsálin í hesi verkætlan. Loksins í 1989 er Norðlýsið siglingarklárt. Fyrsti túrur var í august 1989 til Stavangar. Hetta merkir, at Norðlýsið sum vit kenna tað, í næstum “fyllir” 20 ár, og er tað eisini vert at nevna.
Tað hevur verið siglt nógv øll hesi árini. Umframt í Føroyum hava teir eisini verið uttanlands. Sum dømi hann nevnast bretska meginlandið, Sct. Kilda, Hetland og Oyrknoyggjarnar.
Í 1993 varð Norðlýsið yvirtikið av einum felag, har Smyril Line átti helvtina. Seinni eru teir tó farnir burur úr aftur.
Birgir sigur, at ferðafólkatalið er gingið stútt upp eftir inntil tað í 2008 minkaði aftur. Nú verður spennandi, hvussu tað verður í ár.
Men tey eru nógv fólk, sum dáma væl at sigla. Tað er eisini tí, at so nógv er at síggja á sjónum, ikki minst fuglur.
Grottokonsertir og nógv annað
So eru tað øll tey støð, sum siglast kann til. Eitt sum eru sera væl umtókt, eru tær sokallaði grottokonsertir við livandi tónleiki. Tað hava verið upp til 140 fólk við til slíkar konsertir, har tey verða sigld inn í grotturnar við smærri bátum. Hetta er eitt hugtakandi upplivilsi.
Ætlan er um fleiri túrir í ár, sum út á Borðuna, har tað ber til at vitja tað, sum William Heinesen kallaði Tårnet ved verdens ende.
Ein væl umtóktur túrur er til Stóru Dímun. Ein slíkur kann tó ikki fastleggjast frammanundan. Tað er so nógv sum skal fáast at passa saman. Men liggur fyri er tað eisini ein ógloymandi ferð. Farið verður, meðan tað rekur suður og aftur til Havnar, tá ið tað rekur norður. Hetta gevur einar 4 tímar á oynni. Fyribils verður hugsað um eina slíkan túr 20. mai.
Teir eru upp til 4-5 mans, sum eru manning. Er brúk fyri tí, er altíð møguligt at fáa royndar sjómenn við. Ein sum stundum hevur verið við sum manning er Henning Holten, sum í síni tíð var limur í “rådgivende udvalg” hjá statsministaranum. Honum dámar so væl í Føroyum.
Tað eru øll møgulig fólk sum koma við á ferð. Tað eru einstaklingar. Eisini eru bólkar, sum vilja uppliva nakað serligt. Tað eru eisini tey, sum halda føðingardag á eini slíkari ferð. Nú í vikuni hevur verið útferð við fólki frá Logos Hope. Øll láta líka væl at.
Havi sjálvir verið á fleiri túrum við Norðlýsinum. Minnast einaferð, at farið var undir Hest við donskum gestum. Tað var kolsvart í mjørka til komið var suður um oynna, so tað sá ikki so hugaligt út. Men knappliga hvarv mjørkin, og sólin kom fram, og hetta gjørdist eitt ógloymuligt upplivilsi. Birgir visti hvat hann gjørdi, og hann dugdi væl at meta um, nær hetta fór at henda.
Birgir upplivir tað gleðiliga, at nógv ferðafólk koma aftur. Tey eru fleiri, sum eru hvørt ár ein túr við honum. Tað er heldur ikki so løgið. Birgir er so sera fyrikomandi, fryntligur og dugur væl at greiða frá.
Trygdin er í topp. Tað verða avgjørt eingi óráð tikin fyri. Tað eru tríggir bjargingarbátar umborð. Verður farið i smáar bátar skulu fólk hava belti. Tað eru heldur eingi óhapp av týdningi hent øll hesi 20 árini.
Tað er eingin ivi um, at Birgir hevur havt ein stóran týdning fyri okkara umdømi sum ferðamannaland. Men hann gevur eisini føroyingum møguleika at síggja sítt land á ein serstakan hátt. Hann sigur, at tá ið kreppan var í 1990-unum vóru nógv fleiri føroyingar við enn vanligt. Hetta er jú eisini ein bíligur háttur at sleppa burtur úr einum strævnum og stressaðum gerandisdegi.
Tað ber altíð til at kanna møguleikarnar fyri ferðum á heimasíðuni:
www.nordlysid.com
ella á tlf. 218520.
Familjan
Birgir eigur tvey børn. Tey hava so eisini arvað ævintýrblóðið hjá pápanum. Hávard er 26 ár. Hann umboðar eina rættuliga sólskinssøgu á einum øðrum øki. Fyri nøkrum árum síðani gjørdist hann so sera illa sjúkur. Hann lá í samfullar 14 mánaðir á sjúkrahúsi í Danmark uttan at fáa ein bita. Føðina fekk hann við droppi.
Men hann hevur kempað seg aftur til eina normala tilveru. Hann er við at taka skipsføraprógv. Hann eigur eisini ein seglbát Enniway, har hann eisini fær seg royndan.
Hildur er yngri og gongur í skúla í Danmark. Hon eri eisini ein brandur og hevur millum annað runnið maraton í Amsterdam. Makin hjá Birgir er Óluva Danielsen av Sandi.
Birgir er eisini kendur fyri sín sjómat. Øður, kræklingur og fiskasúpan er hansara spesiali. Hetta plagar hann eisini at borðreiða við umborð og væl smakkar!
Tað verður møguleiki at royna hansara fiskasúpan mánadagin frá kl. 17. Tá liggur Norðlýsið í Vágsbotni undir Bátafelagnum, og Birgir verður at hitta umborð!
Vit á Sosialinum fara eisini at ynskja Birgir og hansara hjartaliga tillukku við teim 60 árunum.
ó.