HB-formaðurin seinastu fimm árini ætlar sær at gerast formaður í Fótbóltssambandinum.
Tað váttar Birgir Enghamar sjálvur, eftir at uppskotið um at velja hann sum formann er latið FSF.
Jú, eg kann vátta, at fleiri feløg hava tikið seg saman um at skjóta meg upp til formansvalið, sigur Birgir Enghamar.
Tað rokni eg við, at tey hava gjørt út frá tí, sum eg havi ført fram til seinastu tveir formansfundirnar í FSF, sigur hann.
Birgir Enghamar vil ikki greiða frá, hvat hann hevur í kvittanum sum formaður í FSF.
Eg ætli mær at siga sum minst áðrenn aðalfundin. Eg hava verið í sambandi við øll feløgini og sagt teimum, at eg stilli upp. Tey vita, hvat eg standi fyri, sigur hann.
HB og FSF kann ikki samanberast
Birgir Enghamar hevur sitið í nevndini hjá HB í seks ár. Seinastu fimm árini hevur hann verið formaður í HB, men hann legði frá sær á aðalfundinum í síðstu viku. Hetta kom eitt sindur óvart á teir flestu fundarluttakararnar, men samstundis fór hann í holt við at savna sær undirtøku til formansvalið í FSF.
Tú legði frá tær í HB, tí tú ikki orkaði tað uppgávuna longur. Ert tú til reiðar at taka við sum FSF-formaður?
Tað kann als ikki sammetast at verða formaður í einum felag og í FSF. HB hevur einki lønt skrivstovufólk, og tí liggur sera nógv á formanninum. Hann skal kunna taka eina hond í allastaðni. FSF hevur hóast alt ein umsiting við fleiri fólkum í starvi, og tí er tað kunnu hesar báðar uppgávurnar als ikki samanberast.
Avgerðin fellir um 9 dagar
Aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum verður leygardagin 18. februar, og tað skulu feløgini og nevndin í FSF velja ímillum tvey uppskot til formansvalið. Óli Holm, sum hevur verið formaður seianstu tvey árini, stillar uppaftur, og hann skal royna verða afturvaldur í kapping við Birgir Enghamar.
Fram hevur vegna 15 feløg skotið Birgir Enghamar upp sum formann í FSF, og hetta uppskot er latið FSF. Freistin at stilla upp er annars hóskvøldið.
Feløgini, sum eru limir í FSF, eiga eina atkvøðu í part, og nevndin í FSF hevur somuleiðis eina atkvøðu í formansvalinum.