Leygardagin, tann 14. marts kl. 12.00 letur føroyska listakvinnan Birgit Kirke upp eina stóra og spennandi listaframsýning í Kunstgården í Skovby á Fyn.
Framsýningin umfatar málningar við føroyskum motivum, bæði abstrakt og naturalistisk. Eisini umfatar framsýningin skulpturar, ið eru lívsmyndir, gjørdar úr millum annað endurnýtslutilfari.
Framsýningin er á Kunstgården, Ømosevej 11, Skovby, 5400 Bogense.
Fernisering er leygardagin kl. 12 - 16.
Framsýningin er í tiðarskeiðnum 14. marts - 3. maj 2009. Opið er týsdag - sunnudag kl. 10 - 17.