Birgit Kirke hevur risastóran málning við á listaframsýning

”Náttúran, lívið og havið” er heitið á listaframsýningini, sum er opin fra 18. – 22. oktober

Fríggjadagin, 18. oktober, kl. 12 letur Birgit Kirke upp eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík við málningum, tekningum og skulpturum.

Á myndini síggjast listafólkini Birgit Kirke og Petur Prent Mikkelsen frammanfyri risastóra málningin hjá Birgit Kirke.

- Hetta er størsti málningurin, eg higartil havi sæð í Smiðjuni í Lítluvík. Fólk hava nakað at gleða seg til, sigur Petur Prent Mikkelsen.

- Føroyska náttúran og lívið við havið eru afturvendandi myndaevni í listaverkunum hjá mær, sigur Birgit Kirke.

- At vaksa upp í einum lítlum oyggjasamfelagið sum tað føroyska, hevur havt stóra ávirkan á meg. Náttúran og skiftandi veðurlagið hava sett síni spor, og tað haldi eg sæst aftur í listaverkunum. Eg vóni, verkini vekja forvitni og hugflogi hjá fólki, so tey fáa hug at fara á ”leitingarferð” í verkunum. Eg gleði meg at vísa fram nýggjastu verkini hjá mær og fortelja eitt sindur um, hvat eg fáist við í løtuni, sigur hon.

Seinastu árini hevur Birgit Kirke haft framsýningar bæði í Føroyum, Danmark, Grønlandi, Svøríki, Íslandi, Týsklandi, Álandsoyggjunum, Spania og Bulgaria.