Birita Debes juniormet

Ein av svimjarunum, sum fekk nógv burturúr í gjár, er Birita Debes úr Rituvík. Hon setti nýtt juniormet á 50 metrum rygg við tíðini 29.71 minuttir. Hetta er eitt vet skjótari enn skjótasta tíðin hjá henni frammanundan, sum var 29.97, sum hon megnaði at fáa á Oyggjaleikunum á Álandi í summar, har hon eisini vann gull. Av teimum fimm hópunum til kappingar komandi árið, sum seinasti møguleiki var at vinna sær pláss til í gjár, er Birita Debes partur av trimum av teimum.