Eini 14-15 fólk komu um vikuskiftið til Føroya úr Keypmannahavn fyri at vera við á landsdansistevnuni, sum hesaferð varð hildin í Runavík.
Fótatraðk er dansifelagið hjá føroysku útisetunum í Keypmannahavn, og tað er Birita Jóansdóttir, sum seinasta árið hevur verið forkvinna í felagnum.
Hon sigur, at tey dansa fast hvørt sunnukvøld og ferðast annars runt í Keypmannahavnarøkinum til dansitiltøk.
Við Norðlýsinum
Tey komu til Føroya hóskvøldið, og fríggjakvøldið vóru tey í Nólsoy og vitjaðu dansifelagið har úti.
Síðani fylgdust tey inn til Runavíkar við Norðlýsinum leygardagin til landsdansistevnuna.
Nakrir av fyrrverandi limunum í Fótatraðk vóru somuleiðis við, so tilsamans vóru tey eini 20 fólk, helvt um helvt kvinnur og menn.
Umleið 420 fólk úr 16 dansifeløgum luttóku á landsdansistevnuni í Runavík.