Birita og Petur av Kjalnesi gjørdust forfedrar til tveir borgmeistarar í Havn

Tað koma framvegis nýggir gravsteinar í gamla kirkjugarð í Havn. Kanska takka verið íblástur frá hesi greinarøð. Tann seinasti er á grøvini hjá Biritu og Petur á Kjalnesi, bæði bygdafólk, sum endaðu í Havn. Teirra ætt kom eisini at seta síni merki á høvuðsstaðin

170. partur

Peter Petersen var føddur 24. juni 1949 í Saltnesi. For­­eldrini vóru Súsanna Óladóttir utt­an av Forna á Nesi og Jóhannes Petersen, skúla­lær­ari, ættaður úr Útistovu í Klaksvík.
Petur vaks upp í Saltnesi sum elstur av 12 systkjum. 12. juni 1875 giftist hann í Kvívík­ar kirkju við Biritu Frede­rikku Jacobsen, bónda­dóttir úr Uppistovu í Mið­gerði. Petur búði tá í Kolla­firði. Hann var uppsitari á náð­ins­garð­inum á Kjalnesi, tí varð hann kallaður Kjalnes Petur.
Birita og Petur fingu 8 børn, og tey fimm elstu vóru fødd á Kjalnesi. Í 1887 fór Petur úr starvinum sum upp­sitari og flutti við húski til Havnar, har yngstu børnini vórðu fødd. Í manntals­listan­um 1901 stendur, at hann er »daglejer« og fiska­vrak­ari hjá M.C. Restorff og soni.
Børnini vóru:
1. Johannes, f. 13. apríl 1876. Hann var sjómaður, men sló út av »Dauntless« 13. mai 1893 og druknaði.
2. Jacob, f. 18. mai 1878. Hann doyði av sjúku 23. februar 1885
3. Súsanna Maria Birgitta, f. 1. mai 1880. Giftist við Hans Jacob Lindberg í Trongisvági.
4. Jóhanna Hansina Jacob­ina f. 8. november 1882. Gift­ist við Michael Hammer av Toftum.
5. Jacobina f. 20. februar 1881. Giftist við Óla Breck­mann í Havn.
6. Wenzel Magnus Michael f. 2. november 1887. Hann fór í smiðulæru hjá Tummas Askham. Fær seinni eina egna smiðju. Giftist við Sofiu Svendsen úr Havn.
7. Katrina Sofia f. 15. november 1891. Stovnaði handil­­in Katrina Christian­sen. Gift­ist við Viggo Christi­an­sen úr Havn.
8. Jóhanna f. 21. marts 1894. Giftist við Petur Alberg úr Havn.
Í 2005 varð hildin ein ættar­stevna hjá hesi ætt. Í hesum sambandi varð givin út bók um ættina. Hon er kelda til hesa grein. Her skal takast brot úr ískoyti til bókina.
Hvussu gekk ein dagur á Kjalnesi, tá Birita var mat­móð­ur har? Jú, hon mátti upp við børnunum fyri at fáa eldin at brenna, sum hevði ligið hirdur um nátt­ina. Var torvið vánaligt, vóru hirðingar­torvurnar útbrend­ar og kikast mátti.
Hetta tók sína tíð.
Á Kjalnesi var sera ringt vatnfeingi, so tá turkur var, mátti vatnið berast langan veg.
Hvørt klædnaplagg skuldu loysast úr lagdi. Dag­ur­in rakk ikki til, hóast hann var langur.
Hvar var Kjalnes Petur í øllum hesum? Hann kundi vera á útróðri, burtur í haga ella í bønum og velti, tí í teirra tíð var nógv korn, bygg, velt umframt eplir og røtur.
Til náðinsgarðin hoyrdu fleiri bátar, bæði størri og smærri.
Á Kjalnesi var úthoyggj, des. Fyrsta hoyggjhúsið í Før­oyum kom ikki fyrr enn í 1828.
Um heystarnar komu menn árla á morgni innar til Biritu, tí teir skuldu arbeiða eitt dagsverk á garðinum fyri torvskurðarrættin.
Teir komu allir fastandi, tí uppsitarahúsið skuldi leggja matin fyri dagin. Hetta var siðbundin avtala.
Birita visti, at hesi fólk skuldu út til tungt likamligt arbeiði, og tí ráddi um at hon fann fram tað besta, ið fanst í húsinum.
Tá teir høvdu etið, fór Kjalnes Petur í hagan við teimum at vala um bólini ella skera upp haga.
Í torvtíðini skuldu Birita og Petur røkta torv bæði í Kjalneshaga og í Eysturoynni um Æðuvíksleiðina. Torvið í Kjalneshaga var hildið at vera vánaligt, tí mátti annað betri torv fáast at blanda við.
Petur var ein av undan­gongumonnunum, tá skúlin skuldi byggjast í Kollafirði. Hann var liðugur i 1889.
Ivaleyst hava Birita og Kjalnes Petur ætlað sær at vera verandi á Kjalnesi. Men tey flyta av Kjalnesi á Tangan, tá ið sonurin Jákup doyr bert 7 ára gamal. Á Tanganum støðast tey ikki leingi, tí longu í 1887 flyta tey til Havnar og búsetast í Tróndargøtu, har nøkur av ættarfólkunum enn búgva.
Teirra ætt hevur havt stóran týdning fyri Havnina. Teirra millum eru tveir borg­meistarar Peter C. Christian­sen og sonur hansara Jan. Viggo, beiggi Jan, hevur annars dugnað hesi røð á ein avgerandi hátt.

Minningarorð í Dimmalætting
Tá ið Petur doyr í 1921, skrivaði Dimmalætting hesi minningarorð:
Med Peter Petersen (Petur á Kjalnesi) er atter en af de kendte thorshavnske Borgere gaaet bort.
Peter Petersen var Broder til Provst Fr. Petersen og besad udmærket denne frem­ragende Slægts udmærkede Begavelse og skarpe Vid. Der var ikke mange, som i en Debat kunde staa sig imod ham, rammende og vittig som han var i sine Udtryk, men han var tillige god­modig ville ikke saare nogen og bestræbte sig for ikke at indblande person­lige Mod­sætninger i en Diskussion.
Efter at have været Op­sidder paa Gaarden Kjel­næs i Kollefjord i flere Aar flyttede Peter Petersen med Familie til Thorshavn og har her i en lang Aarerække arbejdet ved Restorffs Forretning.
I Kollefjord var Peter Petersen medlem af For­standerskabet, og han var her særlig virksom for at faa den nedlagte Skole genoprettet, hvilket lykkedes.
Hans elskværdige og vindende Væsen, hans Tro­fasthed og Retsind skaff­ede ham mange Venner saavel her i Thorshavn som ude paa Bygderne, der med Vemod har modtaget Budskabet om hans Bortgang.
I de senere Aar havde Peter Petersens Helbred været daarligt, han havde været syg og sengeliggende flere Gange, men hans kraftige Natur sejrede, og han kom paa Fode igen. Under hans sidste Sygdom viste det sig snart, at denne gang blev det Døden, der sejrede, og i Søndags gik han efter en lang og ofte møjsommelig Arbejdsdag ind til den evige Hvile, 72 Aar gammel.
Ved Begravelsen i torsdags viste en stor Menneskeskare ham den sidste Ære ved at følge ham til hans sidste Hvilested.
Peter Petersen overleves af sin Hustru Bergitte, der har været ham en god Støtte og medhjælp under c. 46 Aars samliv.
Med Peter Petersen har Byen mistet en af sine Hæders­mænd.
Fred være med hans Minde.


Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá Petur Jákup Hansen, sum var sonur glyvrasnikkaran við sama navni. Hann varð jarðaður í gamla kirkjugarði 30 ár aftaná, at hann doyði