Fríggjadagin fyri hvítusunnu var bispafundur hildin í Føroyum, nú bisparnir vóru savnaðir kortini.
Hans Jacob Joensen, biskupur sigur, at tað vóru fyri tað mesta intern donsk mál, viðgjørd vórðu á fundinum. Tó var okkurt, sum viðkemur Føroyum.
Her nevnir hann, at tosað varð um at legja tær ymsu prestaligu eftirútbúgvingarnar saman, soleiðis at alt fæst á einum stað. Sum er, sigur biskupur, er neyðugt við ymsum støðum at fáa tær ymsu greinarnar upp á pláss.
Fólk halda helst, at alt gongur fyri seg á prestaseminarinum, men soleiðis er ikki. Í dag eru tað, sum sagt, fleiri støð, og tað ætla biskuparnir at broyta.
Eitt annað, tosað varð um á bispafundinum, var ein avtala millum týsku reformertu kirkjurnar og donsku fólkakirkjuna, sum føroyska kirkjan er partur av.
Talan er um eitt samstarv, sum í stuttum ger, at prestarnir í teimum ymsu kirkjunum uttan nakað kunnu gera fulla tænastu í kirkjum hjá øðrum kirkjusamfelag.
Hans Jacob Joensen, biskupur, sigur, at norska kirkjan longu hevur slíka avtalu.
Annars var fyri nøkrum árum síðan upp á tal at gera eitt líknandi samstarv, sum tó var nógv meira umfatandi. Tað var tað sonevnda Porvo samstarvið. Men føroyingar vildu ikki uppí, og tískil varð tað av ongum.
Hans Jacob Joensen, biskupur, sigur, at tað kortini ikki eru biskuparnir, sum avgera, um farast skal í slíkt samstarv. Tað ger tað Millumkirkjuliga Ráðið. Men biskuparnir hava viðmælt, at samstarvið verður tikið upp.
Millumkirkjuliga ráðið er ráð, sum valt er eftir fólkatingslóg. Ráðið er mannað við einum umboði fyri hvørt stift í Danmark, og tað skulu altíð vera tveir biskupar limir í ráðnum. Føroya hava eygleiðarastatus í ráðnum, og føroyski eygleiðarin er Uni Næs, sóknarprestur í Fuglafirði.
Millumkirkjuliga Ráðið hevur skrivstovu í Danmark, sum virkar alla tíðina, hóast sjálvt ráðið verður valt av nýggjum. Skrivstovan verður rikin við kirkjuligum peningi. Tað vil siga av tí kirkjuskatti, sum danir gjalda.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.
Henry favorittur til ?Golden Boot?
Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.
Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.