Nú heita bæði bispur og dómprósturin á Kringavarpið um at taka avgerðina um at strika endursendingina av morgunlestrinum upp til nýggja viðgerð Nógv hava gjørt vart við seg, eftir at Útvarpið hjá Kringavarpinum mánadagin gavst at endursenda morgunlesturin klokkan 9.50.
Eldri fólk, áhugafeløg, stovnar og onnur hava biðið Útvarpið taka endursendingina uppaftur, men higartil hevur leiðslan í Kringvarpinum staðið fast við sína avgerð.
Nú heita bispur og dómpróstur í felag á Kringvarpið um at taka avgerðina um at strika endursendingina av morgunlestrinum upp til nýggja viðgerð.
- Alment er komið fram, at Kringvarpið ikki longur fer at endursenda morgunlesturin. Hetta er harmiligt, tí eisini endursendingin hevur stóra lurtarafjøld, serliga eldri fólk, siga Jógvan Fríðrikson og Bjarni Bæk í skrivinum til Kringvarpið.
- Tað kennist løgið, at vit ? fólkakirkjan ? sum partur av einum toymi ikki eru hoyrd í hesum máli. Undirritaðu heita á leiðslu Kringvarpsins við bøn um, at málið verður tikið upp á fundi við Kristiligt- Lurtara- og Hyggjarafelag, hvørs formaður er Uni Næs, sóknarprestur í Fuglafirði.
Allan Dalsgarð, leiðari á Miðladeildini í Kringvarpinum segði við Útvarpið í dag, at ætlanin er at endursenda morgunlesturin í Sjónvarpinum kl. 9.50.