Bispur prædikar í Havnar kirkju

Í dag, 4. sunnudag eftir páskir, prædikar Jógvan Fríðriksson, bispur, í Havnar kirkju klokkan 11

Kringvarpið sendir gudstænasturnar beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi.

Gudstænastan í sjónvarpinum verður endursend klokkan 16.

Fólkakirkjan letur annars upp aftur í komandi viku, hava bispur og próstur boðað frá. Fyrstu gudstænasturnar, har fólk kunnu koma í kirkju vera tó ikki fyrr enn um eina viku, sunnudagin 17. mai.

Í fráboðan siga bispur og próstur, at vit ikki skulu sita ov tætt saman í kirkjuni, men sita í hóskandi frástøðu – 2 metrar. Tó, fólk úr sama húsi kunnu sita saman. Hetta er galdandi bæði til gudstænastur, jarðarferðir og vígslur.

Sitið verður diagonalt á aðru hvørjari brík í skipinum.

Avmarkingar vera á, hvussu nógv fólk kann koma í kirkju. Í stóru kirkjunum kunnu í mesta lagi 100 fólk vera til gudstænastu, jarðarferð og brúðarvígslu, í miðalstóru kirkjunum 75, og í teimum smærri kirkjunum í mesta lagi er 30.

Meira kunning um hetta sæst á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.


Onnur á netinum
Christianskirkjan hevur eisini andakt á teirra facebooksíðu.

Nakrar aðrar kirkjur stroyma eisini av og á gudstænastur á netinum. Millum aðrar Fríðrikskirkjan og Hósvíkar kirkja. Aðrir prestar hava andaktir, sum teir leggja út.

Tað eru eisini fleiri fríkirkjur, ið stroyma møti, ungdómsmøti ella sunnudagsskúla, millum aðrar Ebenezer, Betesda, Hebron, Lívdin, Siloa, Elim, Keldan, Oasan og fleiri onnur.

Nøkur missiónshús stroyma eisini á netinum. Millum onnur missiónshúsið Tabor á Toftum, KFUM&K í Klaksvík, Emmaus í Klaksvík, meinigheitshúsið í Sandavági, Libanon í Sørvági og trubodin.fo.

Á spirar.fo er sunnudagsskúli á netinum.

Sent verður eisini á Lindini og á Iktus.