Bispur sannførdur, tingfólk ivast

Bispur hevur sagt fleiri ferðir, at hetta lógaruppskotið ikki merkir, at samkynd sleppa at signast í kirkjuni. Men tingfólk ivast framvegis.

Bispur hevur sagt fleiri ferðir, at hetta lógaruppskotið ikki merkir, at samkynd sleppa at signast í kirkjuni. Men tingfólk ivast framvegis.

  

Tað kann tykjast trupult at finna høvd og hala í kjakinum um hjúnabandslógina, sum er til viðgerðar í dag í Løgtinginum.

 

Jógvan Fríðriksson, bispur, hevur fleiri ferður ført fram, at Fólkakirkjan ikki hevur nakað ritual til at signa samkynd, og tí fer hendan lógin – um samtykt – ikki at ávirka fólkakirkjuna. Upprunaliga høvdu uppskotsstillararnir eitt lógaruppskot við í hesum sambandi, sum skuldi staðfesta, at einans hinkynd kunnu signast í fólkakirkjuni. Men tað vildi fólkakirkjan ikki hava sitandi á sær.

 

Við Vikuskiftis Sosialin 4 februar í ár segði biskupur millum annað, at løgtingið skal ikki blanda seg í kirkjuna – heldur ikki við at positivt diskriminera samkynd í lógini fyri fólkakirkjuna. Og soleiðis bleiv. Uppskotsstillararnir tóku hendan partin av uppskotinum aftur, tí fólkakirkjan mótmælti.

 

Síðani hevur biskupur í fleiri umførum sagt, at hendan lógin ikki merkir, at samkynd hava rætt til at sleppa inn í kirkjuna at signast, um tey eru borgarliga gift.

 

Kortini siga fleiri tingfólk í løgtinginum í dag, at hetta uppskotið kann merkja, at samkynd sleppa inn í kirkjuna at giftast.

 

Summir andstøðutinglimir, sum siga seg fara at atkvøða ímóti siga, at tey eru fyri, at samkynd fáa borgarlig rættindi, men at tey ikki vilja samtykkja hetta uppskotið, tí tað kann fáa avleiðingar fyri fólkakirkjuna.