Bispur óttast yvirtøku

Kirkjan skal sambært nýggju sjálvstýrissemjuni hjá landsstýrinum yvirtakast í seinasta lagi 1. januar 2002. Men Føroya Bispur er á ongan hátt vorðin kunnaður um nýggju ætlanina

 

Fólkakirkjan skal undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 1. januar 2002.

Hetta stendur greitt í nýggju sjálvstýrissemjuni hjá samgonguni, sum í gjár varð viðgjørd fyrstu ferð á tingi.

Men hægsti føroyski myndugleikin innan fólkakirkjuna, Føroya Bispur, er ikki kunnaður um ætlanina, og heldur ikki hevur politiski myndugleikin ráðført seg við hann, áðrenn avgerðin varð tikin.

? Eg haldi tað vera løgi, at eg ikki eri kunnaður um hesa ætlan, og eg má siga, at útmeldingin ørkymlar meg, sigur Hans Jacob Joensen, Føroya Bispur.


Ov lítil tíð

Í fullveldisætlanini, sum landsstýrið kunngjørdi á tíðindafundi í Tinganesi 1. februar, skuldi kirkjan yvirtakast í seinasta lagi í 2006.

Hesum hevði Føroya Bispur einki at mæla ímóti..

Hans Jacob Joensen sigur seg taka undir við, at kirkjan verður yvirtikin. Men hann heldur skotbráið til 1. januar 2002 vera alt ov stutt.

? Tað hevði verið rímiligt at yvirtikið fólkakirkjuna í 2006, men tað er eitt drastiskt lop at flyta hetta til 2002. Fram til 2006 kundu vit umrátt okkum og fyrireikað yvirtøkuna. Men við nýggju ætlanini er ikki tíð til nakað sum helst, sigur Hans Jacob Joensen.

Bispur vísir á, at í 1992 varð farið undir at dagføra kirkjulóggávuna, men úrslitið fyrilá ikki fyrr enn 1. januar 2000.

Kortini eru summar av kunngerðunum, sum tá vórðu gjørdar, ófulfíggjaðar. Og sjálvt um eisini fleiri kunngerðir vanta, eru ongar gjørdar afturat hesar fimtan mánaðirnar frá 1. januar 2000 til í dag.

? Tí er lítið hugsandi, at vit megna hetta eftir níggju mánaðum, sigur Hans Jacob Joensen, Føroya Bispur.


Drúgt nevndararbeiði

Tá Signar á Brúnni við loyvi frá løgtinginum gjørdi av, at fólkakirkjan skuldi yvirtakast við fullveldinum, varð ein nevnd sett at fyrireika yvirtøkuna. Nevndin skuldi bera so í bandi, at lógir og kunngerðir vóru í ordan og annað líknandi.

Arbeiðið í nevndini er enn ikki liðugt, og nevndin hevur at kalla ikki ráðført seg við bisp um nakað enn.

? Eg havi einaferð verið á fundi við nevndina. Men vit viðgjørdu bert eitt ávíst mál, sigur bispur.

Hans Jacob Joensen er ikki limur í nevndini. Men, tá nevndin er liðug við arbeiði sítt, skal álit sendast honum til ummælis.