FÓLKAKIRKJAN
Umframt at røða um bíbliutýðingar, segði Hans Jacob Joensen, bispur, m.a. at hann hevur lagt dent í arbeiðinum við at gera nýggja føroyska bíbliutýðing, at hetta arbeiði skuldi vera ólønt. Hann vísti á, at hóast hann segði seg ivast í, um sjálvboðið arbeiði eisini fer at verða brúkt í føroysku kirkjuni í framtíðini, so segði hann seg vóna hetta.
Í Danmark eru flest øll størv í kirkjuni lønt, meðan hetta í stóran mun er sjálvboðið í Føroyum. Bispur vísti á, at ein samanbering frá 1994 vísti, at stórur munur er á kirkjubúskapunum í Føroyum og Bornholm – tvey øki, ið annars eru lík í fólkatali. Á Bornholm eru umleið 20 kirkjur, meðan eini 60 kirkjur eru í Føroyum. Burtursæð frá prestalønum og kirkjugarðsútreiðlsum, vórðu einar 12 milliónir krónur nýttar til kirkjuna á Bornholm í 1994, meðan kirkjan í Føroyum kostaði 700.000 krónur í sama tíðarskeiði.
Hans Jacob Joensen vísti á, at tað lutfalsliga eru 3,5 ferðir so nógvar kirkjur í Føroyum enn í Danmark, og tí kann hugsast, at útreiðslurnar til lønir høvdu verið 3,5 ferðir so høgar, um alt kirkjutæanaraarbeiði var lønt í Føroyum. Hetta hevði ivaleyst viðført hægri kirkjuskatt, og hesum ávaraði bispur ímóti.