– Eg keypti húsini fyri 4,5 milliónir krónur frá arvingunum hjá Hákun Djurhuus. Eg kannaði byggisamtyktina fyri økið, og sambært henni var eingin trupulleiki at taka húsini niður og byggja nýtt, sigur Gullak Madsen, sum er ikki sørt bilsin av teimum ákoyringum, sum hann hevur fingið – serliga á Facebook – fyri at hava tikið húsini niður.
– Húsini vóru kavrotin og full í fýri. Sløkkiliðið hevur eisini fleiri ferðir í vetur verið og bjargað, tá tað hevur staðið til at rivið. Tí mátti okkurt henda nú, sigur Gullak Madsen.
Men tað undar Gullak Madsen ikki sørt, at tey, sum seldu, vildu lata honum húsini, um tey vóru so góð við tey, at tey ikki vilja, at tey skulu rívast niður.
– Palli Gregoriussen hevur eftir bestu evnum teknað eini nýggj hús, sum verða bygd av nýggjum í sama stíli, og sum verða nøkulunda tað sama í stødd, sum tey gomlu, sigur Gullak Madsen.
Ætlanin hjá Gullaki Madsen var at byggja ein skrivstovubygning á hesum grundstykkinum og á grannaognini, sum hann eisini eigur. Men hann hevur ikki fingið loyvi til at leggja matriklarnar saman og byggja stóra bygningin, tí tað hevði givið ov nógva ferðslu í økinum. Tí hevur hann gjørt av at byggja eini nýggj hús, sum verða nøkulunda í somu stødd.
Men áðrenn Gullak Madsen tók húsini niður hevur hann bjóðað arvingunum og býráðnum at keypa húsini aftur fyri tað sama, sum hann keypti tey fyri, men har var eingin áhugi.
Levi Mørk, býráðslimur í Havn og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini segði fríggjadagin við Rás2, at hann ætlar at leggja fyri býráðið uppskot um serliga byggisamtykt fyri gomul hús í býnum sum hevur til endamáls at varðveita gomul hús.